Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kórið Sólarmagn konsert í Vesturkirkjuni

Sunnukvøldið klokkan 19 fer kórið Sólarmagn av Velbastað at hava konsert í Vesturkirkjuni. Kórið, sum nú hevur fjúrtan ár á baki, er í høvuðsheitum mannað við fólki úr sóknini. Tey hava hesi árini brýnt og styrkt røddirnar, so tær klinga væl og javnt. Leiðari hevur øll árini verið Fróði D. Sandoy. Og kórið hevur sungið sera ymisk sløg av tónleiki.

Jazzur hevur verið ein heitur táttur í skránni. Á konsertini sunnukvøldið situr Kristian Blak við jazzklaverið, meðan Sólarmagn syngur m.a løg hjá saxofonleikaranum Lars Gullin, sum Gunnar Eriksson hevur skipað og bjálvað við orðum úr gamla testamenti.

Løg hjá Palla Hansen verða eisini at hoyra. Palli syngur í Sólarmagni og hann hevur lagt onkran av sínum sangum úr Gluggamynd til rættis fyri kór. Hann hevur sjálvur gittarundirspælið. Ein sera vakur sangur hjá Simma hevur heiðurspláss í skránni. Simme er limur í kórinum og Palli hevur heiðrað hann við einari hepnari útseting av kærleikssanginum Vár

Onkur styttri klassiskur sangur fer at ljóma undir stóra hjálvinum í Vesturkirkjuni og – ein lítil fólkaligur jólasangur fer eisini at ljóða, í einum andarhaldi.....

Skráin verður á ein hátt ein musikalsk myndabók av kórinum.