Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Spennandi fundur um insulinpumpur í MBF-húsinum mánadagin hin 2. juni klokkan 19

Tað eru í ár 10 ár síðani at fyrstu fólkini í Føroyum fingu insulinpumpu. Í hesum sambandi hevur Diabetesfelag Føroya fund í MBF-húsinum mánakvøldið hin 2. juni klokkan 19.

Mona við Reiðlið og Odd Færø vóru tvey av teimum fyrstu, sum fingu hesar insulinpumpur. Jens Andreassen, diabeteslækni, hevur fylgt við menningini av insulinpumpum øll hesi árini og veit, hvat framtíðin fer at bjóða hesum viðvíkjandi. Insulinpumpurnar eru vorðnar nógv betri og kunnu nógv meira enn fyri 10 árum síðani. Alt hetta fara vit at hoyra um á fundinum .

Skráin: Mona við Reiðlið og Odd Færø, insulinpumpubrúkarar, fara at greiða frá um gerandisdagin uttan og við insulinpumpu

Kaffisteðgur

Jens Andreassen , diabeteslækni, fer at greiða frá um framtíðar insulinpumpur.