Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sangfest á Vaglinum

Høvið var, at sálmafagnaður, "Nordisk Kirkesangfest", varð hildin í Føroyum við luttøku av fleiri hundrað gestum úr Norðurlondum. Í hesum sambandi hittust øll á Vaglinum í gjárkvøldið, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti.

Veðrið var gott og hetta var ein avbera hugnalig løta - borgarstjóran takkaði eisini gestunum fyri, at tey høvdu fingið fólk í rættan ólavsøkuhýr.

Borgarstjórin greiddi frá um upprunan til føroyskan sang og kvæði, um sálmasangin og um serliga musikalitetin í føroyinginum, herundir eisini um musikkskúlaútbúgvingina. Hann kom eisini inn á hetta at syngja til eitthvørt høvi og at syngja saman við gestum.

Tað var Ólavur Hátún, sum enn einaferð trakkaði til og leiddi sangin á Vaglinum - sum hesaferð ikki snúði seg um kirkjusálmar, men um norðurlendskar fosturlandssangir. Knút Olsen spældi undir á harmoniku.

Ein avbera hugnalig løta.