Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sjálvtøkubúðin hjá Jákupi Mikkelsen

Tollurin er goldin, tollurin er goldin, tollurin er goldin, tað er loysunarorðið hjá Jákupi Mikkelsen í sambandi við tollmálið.

Tað er ótrúligt at formaðurin í tingbólki Fólkafloksins enn ikki vil viðurkenna, at tað er ikki tað, ið málið snýr seg um.

Ótaldar fyritøkur fóru á húsagang fyrst í hálvfemsunum. Hetta sjálvt um fólkini aftan fyri hesar fyritøkur løgdu alla orku í at halda virksemið gangandi. Eigarnir av hesum fyritøkum kundu aftaná staðfesta, at hóast tey gjørdu alt tað, tey megnaðu, so vóru tey noydd at viðurkenna húsagangin, eins og stórur peningaligur missur gjørdist ein veruleiki hjá teimum.

Av øllum teimum óteljandi virkjum og feløgum, ið fóru á húsagang, var tað tó eitt einasta felag í landinum, sum var priviligerað í mun til øll onnur feløg. Hetta tí tað umsat eina innflutningsgoymslu. Og í staðin fyri at viðurkenna, at húsagangurin hjá hesum felag stóð í durunum, so avgjørdi stjórin heldur at taka vørur ólógliga út av hesi goymslu uttan at gjalda mvg í fleiri ár.

Tað vil í stuttum siga, at mvg’ið, sum landskassin átti til góðar, var liggjandi eftir í kassanum hjá fyritøkuni og ólógliga brúkt til raksturin av henni, meðan onnur feløg máttu fara á húsagang.** Um onnur feløg í somu trongstøðu høvdu havt sama møguleika at fingið 25 prosent í kreditti í 2-3 ár við ikki at rinda mvg, so høvdu kanska fleiri hóra undan fíggjarliga. Og tí er tað burturvið , at einasta argumentið, sum formaður Fólkafloksins á Løgtingi hevur lagt dent á í øllum fjølmiðlunum, er, at allur tollurin er goldin.

Í fleiri fylgjandi ár var Sandavágs Timburhandil í einari støðu, har kappingin var avlagað, tí teirra fyritøka hevði røkt sínar skyldur og goldið mvg, meðan hin fyritøkan í somu oyggj ikki hevði goldið mvg, og tískil hevði havt ein eyka kreditt uppá 25 prosent í fleiri ár.

Og tað er eisini ein sannleiki við modifikasjónum, tá Jákup Mikkelsen sigur, at allur tollurin er goldin. Tí eigarin av áður nevndu innflutningsgoymslu noyddist at gjalda 300.000 - 400.000 krónur fyri vørur, ið ólógliga vóru tiknar út av goymsluni .

Haldið at Helgi Abrahamsen av Løgtingsins røðarapallið segði tað so gott, at hetta málið snúði seg ikki um jura. Ta snýr seg hinvegin um vantandi moral, tí er ikki neyðugt hjá Jákupi Mikkelsen og øðrum at vísa á, at fútin einki hevði gjørt við málið. At Jákup Mikkelsen frammanfyri øllum Føroya fólki ger seg til verja fyri einum sovorðnum moralskum knæfalli, sum tað er, at sitandi landsstýrismaður í tollmálum snýtti landskassan fyri mvg í fleiri ár, tað er heilt einfalt ófatuligt. Hví skal palliba halda tolllógina, samstundis sum formaður í tingbólki Fólkafloksins ber í bøtuflaka fyri, at landsstýrismaðurin, sum nú umsitur tollmál, grovliga hevur forbrotið seg ímóti tí lóg, sum hann í dag sjálvur umsitur?

Frank Davidsen

Sørvági