Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað gongur altíð útyvir nólsoyingar

"Teistin er ikki okkara trupulleiki, men Ternan er okkara loysn", stóð á einum mótmælisskelti í morgun, tá nólsoyingar mansterkir komu til Havnar at hitta borgarstjóran og vinnumálaráðharran fríggjadagin.

Sambært nólsoyingum snýr málið í sínum einfaldleika um, at hvørjaferð okkurt er galið við øðrum skipum hjá Strandferðsluni, so gongur tað útyvir nólsoyingar. Hini skulu serviserast 100%, men nólsoyingar altíð mugu liva við lappaloysnunum.

Gongan kom úr Nólsoy kl 10.45 og fór beina leið á Ráðhúsið. Har handaðu tey borgarstjóranum skriv um, hvussu ein góð farleið til oynna er alneyðug fyri trivnaðin í Nólsoy. Og serliga hugsa tey um skúlaungdómin.

Eini 15 børn ferðast dagliga úr Nólsoy til Havnar í skúlaørindum. Bíðitíðin eftir skúlatíð kann vera long, upp til tríggjar tímar, áðrenn tey sleppa heim. Tað ávirkar bæði skúlagongdina og trivnaðin.

Nólsoyingar heittu á borgarstjóran um at tala teirra søk hesum viðvíkjandi, m.a. við at seta ein eyka túr inn kl 15 av Havnini. Hetta hevði eisini hjálpt nógvum foreldrum, sum noyðast at hava børn á stovni í upp til 50 tímar um vikuna, orsakað av vánaliga sambandinum.

Heðin Mortensen takkaði fyri álitið og avgjørdi á staðnum at fylgja gonguni út í Tinganes, har Johan Dahl greiddi frá, hví støðan var sum hon var. Eisini greiddi hann frá um nýggju nólsoyarferjuna.

Johan Dahl fekk hópin av spurningum, sum serliga snúðu seg um ónøgdina við, at ikki fleiri túrar vóru milum Havnina í Nólsoy. Nólsoyingar trúðu ikki uppá frágreiðingar um hvílitíð, funnust harðliga at trygdini og skutu upp fleiri loysnir.

Johan Dahl lovaði at taka til eftirtektar, eins og borgarsjtórin lovaði at halda í oyrunum á honum, so bestu loysnir vórðu funnar. Teistin verður annars helst liðugt umvældur um nakrar dagar, so vónandi kemur rættlag á aftur sum skjótast.