Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høgni Hoydal reingir sannleikan

Eg havi alment víst á, at við skerjingini í ríkisveitingini í 2002, so hevur landskassin mist umleið 6 mia.kr. í inntøkum tilsamans fram til dagin í dag og missir í løtuni umleið 700 mió.kr. árliga. Hetta varð gjørt uttan eitt einasta boð uppá, hvussu vit skuldu tryggja okkum eitt framhaldandi bygnaðarligt haldføri í búskaparinum ella útvega nýggjar inntøkur, fremja rationaliseringar o.a. 

Hesar skerjingar í inntøkum landskassans sóðust aftur í úrslitinum hjá landskassanum við einum halli á RLÚ uppá 255 mió.kr. longu í 2004.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vísir á, at seinastu árini, við hesari samgonguni, er skuldin hjá landskassanum vaskin við 2,4 mia.kr. 

Eg skal minna Høgna Hoydal á, at í tí tíðarskeiðnum hann tosar um, so rendi allur heimurin seg í eina fíggjar- og búskaparkreppu í 2008, sum eisini rakti Føroyar, samstundist sum veiðan eftir botnfiski undir Føroyum hevur verið í niðurgongd. 

Hóast búskaparliga niðurgongd og kreppu runt um í heiminum, so hevur samgongan megnað at skapt búskaparvøkstur longu síðan 2010 uppá 4-7% árliga, skuldin er bara 43% av BTÚ og arbeiðssloysið er komið heilt niður á 3,5% í 2015.

Hetta eru búskaparlig lyklatøl, sum vísa, at førdi búskaparpolitikkurin hevur verið rættur. Samgongan hevur ført ein búskaparpolitikk, sum hevur havt við sær, at Føroyar ongantíð komu í eina veruliga búskaparkreppu og sum er eitt eindømið í Evropa.

Tað hevur kortini tikið tíð at venda gongdini hjá landskassanum, men nú verður javnvág í rakstrinum í 2016, og komandi árini skal avlop verða. Henda gongdin er vend við m.a. tilfeingisinntøkum frá fiskivinnuni og alivinnuni.

Tað skal eisini nevnast í sama tíðarskeiði hevur samgongan játtað umleið 500 mió.kr. árliga meira til rakstur av sosialum tænastum og heilar 1,2 mia.kr. til íløgur á vælferðarøkinum, t.d. útbyggingar av Landssjúkrahúsinum og Bygging av Skúladepli við Marknagil. Sostatt eru játtanirnar til vælferðartænastur hækkaðar munandi samstundis sum vit hava tryggjað neyðugar útbyggingar av vælferðarsamfelagnum. 

Hetta er eitt politiskt bragd.

At enda kann eg nevna, at Høgni Hoydal fyri nøkrum árum síðan fekk møguleikan og royndi seg við einari gigantiskari politiskari ætlan um at skapa einar búskaparliga sjálvbjargnar Føroyar, men tann verkætlanin endaði sum øllum kunnugt við fiasko - og flutti lítið og onki.

Kaj Leo Holm Johannesen
Formaður fyri Sambandsflokkin