Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nei til ST tilmæli um fría fosturtøku

ST metir, at tað er eitt brot á kvinnurættindi, at kvinnur í Føroyum ikki hava fría fosturtøku. ST bleiv stovnað eftir 2. veraldarbardaga, so at heimurin ongantíð aftur skuldi uppliva eina so systematiska fólkatýning aftur – og nú áleggja teir okkum at innføra eina systematiska týning av okkara minstu.

Skulu kvinnur ráða yvir egnum kroppi?
Ja, eg gangi inn fyri, at kvinnur ráða egnum kroppi. Men eg eri ósamdur við ST í, at barnið er partur av kroppinum hjá mammuni. 

Tað er í mammuni, men tað er ikki partur av mammuni. Ein kropslutur verður avmarkaður av felagas genetisku kotuni, hann og restin av kroppinum hevur. Allar kyknur í svølgi, hjarta, lungum o.ø. hjá mammuni hava somu genetisku kotu. 

Ófødda barnið hevur eisini eina genetiska kotu, men hon er skilliga ein onnur enn tann hjá mammuni. Hvør kykna í ófødda kroppi barnsins er fullkomiliga barnsisn egna. Hvør einasta kykna barnsins er ólík kyknunum hjá mammuni. Ofta er blóðtypan ein onnur – og somuleiðis enntá kynið. Um kvinnukroppurin er tann einasti, sum viðgongutíðin viðvíkur, royn so at hugsa um teir kropslutir, hon má hava: Tvær nasar, fýra bein, tveir heilar o.s.fr. 

Og er barnið sín egni kroppur – eitt nýtt menniskja – so hevur tað eisini rættindi – fyrst og fremst rættin til lív. 

Hvat er tað sum ger fostur óskikkaði at verða menniskju?

Hví verða fostur ikki sædd sum menniskju. Hvat er tað sum vrakar tey frá at verða menniskju – sum ger at tey ikki hava somu rættindi sum vit onnur? 

Er tað teirra hædd, sum ger at tey ikki verða roknað sum menniskju. Hvussu stórur skal ein persónur verða, fyri at fáa somu rættindi sum vit onnur?

Er tað teirra útvikling, sum er trupulleikin? Er ein 25 ára gamal meir menniskja enn ein 10 ára gamal, sum enn ikki hevur verið gjøgnum pupertetin? Nei – sjálvsagt eru bæði tann 25 ára gamli og tann 10 ára gamli 100% menniskju – og tað eru fostrini eisini.

Er tað umhvørvið, sum ger tey óskikkaði at verða kallað menniskju. Eru tey ikki menniskju ein minutt áðrenn føðing, og heil menniskju ein minutt eftir føðing. Hevur okkara stað avgerandi týdning fyri, um vit eru at rokna sum menniskju ella ikki? 

Ella er tað kanska avhengigheitin hjá mammuni, sum ger tey óskikkaði at verða kallað menniskju. Í so fall, so eru tey nýføddu heldur ikki verdug at verða kallað menniskju, tá hesi eisini eru fullkomiliga avhengig av hjálp frá øðrum. 

Sjálvur eri eg sannførdur um, at menniskju í móðurlívi eiga at hava somu rættindi sum vit uttanfyri.

Nøkur fakta um fostrini
Eftir 8 vikum hava hendur og føtur fingið næstan fullkomið skap. Eftir 9 vikum boyggir barnið fingrarnar um ein lut, ið verður lagdur í lógvan. Fingraneglir verða myndaðar, og barnið suttar tummil. Eitt 9 viku gamalt barn dugir longu at bóltra rút bæði aftureftir og frameftir.

Eftir 10 vikum skeitir barnið, svølgir og rykkir brýr. Eftir 11 vikum pissar tað og ger fleiri andlistbrøgd – og enntá smílist. Eftir 12 vikum sparkar barnið, snarar fótunum, spælir við tærnum, knýtir nevarnar, flytur tumlarnar, bendir handliðirnar og opnar munnin.

Eisini vísa kanningar, at fostrini kunnu kenna pína longu í 8. viku – og tí hava røddir verið frammi um, at man eigur at geva fostrunum pínustillandi heilivág, áðrenn man tekur teirra lív.

Fosturtøka – ein bjarnatænasta til mammuna** Kanningar úr øðrum londum vísa, at fleiri enn 80% av kvinnunum angra sína avgerð, um at taka fosturtøku seinni í lívinum. Við hesum í huga, meti eg eisini at tað er ein bjarnatænasta, at bjóða kvinnum at taka eina fosturtøku, tá fleiri enn 80% av teimum, helst koma at angra hetta seinni í lívinum. 

At “ynskja” er bert ein persónlig og broytilig kensla hjá einum persóni mótvegis einum øðrum. Tað “óynskta” barnið er ein veruligur persónur, uttan mun til hvørjar kenslur onnur hava mótvegis tí. Virðið í einari kvinnu varð einaferð mett av, um ein maður vildi hava hana ella ikki. Nú verður virðið í einum barni mett við støði í, um mamman vil hava tað ella ikki. Hesi eru bæði syndarligir órættir. Eg kann verða samdur við ST, at vit eiga at endurskoða okkara fosturtøkulóg – men latum okkum so gera hetta við rættindinum hjá barninum fremst í huga.

Reimund Langgaard
Tingmaður fyri Sambandsflokkin

---------

Vit hava í allan gjár, og aftur í morgun gjørt vart við, at vit knappliga ikki fáa myndir út á heimasíðuna. Men hóast "Knassar" hevur ment hesa heimasíðuskipan, sum tey dagliga eisini umsita, so finna  tey ikki feilin, sum tey heldur ikki hava verið inni og kannað. Hetta kann enda við, at onkur annar má finna útav hvar feilurin í hesi heimasíðuskipanini liggur.