Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fosturtøkuspurningurin er ikki so svart/hvítur

Vit skulu gera alt fyri at hava so lágt fosturøkutal sum møguligt. Men harfrá, og so til at forbjóða ØLLUM fosturtøkum, er órealistiskt.
 Hvat nú um tann 14 ára gamla neyðtikna smágentan er við barn, ella dóttirin, sum pápin gjørdi við barn.


Fosturtøkuspurningurin er ikki so einfaldur, sum vit ofta hava lyndi at gera hann til. 

Tá ið ein er ímóti fosturtøku, so er tað tí, - má ein vóna, - at man hevur kenslur fyri tí ófødda, og man vil hjálpa tí hjálparleysa. Í so máta er tað gott og virðiligt sjónarmið. 

Tá ið man so er ímóti ØLLUM fosturtøkum, so er man eisini ímóti, at neyðtikna smágentan skal fáa fosturtøku og imóti, at hon, sum er við barn orsakað av insest; fær fosturtøku.

Nøkur siga so hinvegin, at fosturtøka skal verða bannað, uttan tá ið talan er um ekstrem dømi. Um fosturtøka er í lagi, tá ið talan er um ekstrem dømi, hvør skal so definera, nær graviditeturin er eitt ekstremt dømi? Er tað læknin? Politikarin? Pápin? Familjan? 

Ein fosturtøka er altíð torfør og ongantíð lukkulig. Men óansæð hvør tekur avgerðina, so dugi eg ikki at síggja, hvussu onnur enn mamman eru betur før fyri at taka avgerðina. 

Tað er altíð trupult at lóggeva, nær ein fosturtøku kann verða framd. Hinvegin um vit lóggeva, at ONGIN fosturtøka sleppur at verða framd, so sleppa vit undan at definera, nær tað er í lagi.

Hesin politikkur avmarkar tó ikki talið av fosturtøkum. 
Tá fer hon, sum er nóg væl fyri fíggjarliga, og sum vil hava fosturtøku, av landinum at fáa hetta gjørt. 
Tá fer hon, sum er illa fyri og ikki hevur fíggjarligan møguleika at fara av landinum, at finna sær annan útveg at fáa hetta framt illegalt. 
Og hon, sum er illa fyri fíggjarliga ella sosialt, men vil ella er tvingað til at líða landsins lógir, - hon fær so fullført graviditetin.

Tá ið hetta er sagt, so er frí fosturtøka heldur ikki so svørt/hvít, sum hon onkuntíð verður gjørd til.

Ein fosturtøkuavgerð er altíð torfør og eigur tí ongantíð bara at verða ein avgreiðsluspurningur.

Kvinnan, sum í panikki kemur til læknan og sigur, at hon vil hava fosturtøku, eigur at fáa eitt prát við læknan um avgerðina og um avleiðingarnar; og so eigur hon at fara heim í nakrar dagar at hugsa seg væl um. 
Tá kann tíðin, sum hon fekk eykað, gera, at hon kemur til sín sjálvs og hugsar, at hetta skal eg nokk klára. 
Tá er avgerðin um at fullføra graviditetin hennara, og ikki tí at ein lóg, sigur, at hon skal. 
Tá er avgerðin merkt av kærleika og umsorgan fyri komandi nýføðinginum. Og ikki av eini politiskari løgtingslóg og avgerð.

Tað ger ikki kjakið um fosturtøku einfaldari, at fólk eru ósamd um, nær lívið byrjar. Gamla Testamentið hevur søguna um Onan, sum hevur verið tulkað, sum at Bíblian var ímóti onani, - tí tá skal lívið byrja eftir hesi fatan. Í dag er hetta tó ikki dominerandi fatan – heldur ikki millum kirkjur og samkomur. 

Dominerandi fatanin um nær lívið byrjar, er heldur, at tað byrjar antin við gitna ella við hjartasláttur hjá barninum í móðurlívi.

Byrjar lívið við gitna, eru mong í eini tvístøðu, tá ið talan er um fyribyrging. Nógv av tí loyvdu fyribyrging, sum verður útskrivað ger jú enda á tí gitna egginum. T.d angribollin og spiralurin og onkur av p-bollunum.

Kjakið um fosturtøku vísir, at hetta er eitt sárbært evni. Kenslurnar ganga høgt og tí verður ofta tosað meir, enn tað verður lurtað.

Men eg vóni og ynski, at vit framhaldandi stremba eftir tí ideella samfelagnum har m.a. allar mammur við gleði og kærleika fullføra sín graviditet, tí tær vilja tað so fegnar. Tí tær valdu tað sjálvar. Ikki tí, at ein lóg forðaði teimum í at taka fosturtøku.

Tað ideellað samfelagið finst hinvegin ikki, men vit eiga kortini at stremba eftir tí. Men verið realistisk og gerið tað við kærleika og umsorgan fyri øllum - eisini tí ófødda og mammuni.

Annita á Fríðriksmørk