Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SavnsGull í eitt ár

3900 útvarpsbond eru nú talgild og talið á talgildum tíðindahandritum er 17.000. Arbeiðið hevur gingið væl og rættilig ferð er komin á skrásetingina. 

Fyri einum ári síðani varð ein samskipari settu at fyrireika stóra arbeiðið at talgilda savnið hjá Kringvarpi Føroya við tíðindum, útvarpsbondum og sjónvarpsbondum.

Tann 6. Juni 2014 fór verkætlanin úr barkastokki, tá landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, legði tað allar fyrsta tíðindaskjalið í útvarpinum í skannaran og talgilti tað fyrsta bandið í savni Kringvarpsins.

Í hesar nýggju mánaðirnar eru 27.000 tíðindahandrit talgildað og av teimum eru 17.000 skrásett. Sløk 4000 bond eru talgildað og um ein mánað verður farið at skráseta innihaldið í bondunum.

Umframt verkætlanarleiðaran hava sjey fólk verið í arbeiðnum at bjarga kringvarpssavninum. Hesi eru komin úr skipanunum hjá ALS og Almannaverkinum. Tvey av teimum eru nú í føstum starvi.

Arbeiðið at talgilda savnið hjá Kringvarpinum er gjørt í samstarvi við Mentamálaráðið og Søvn Landsins. Verkætlanin hevur latið seg fremja í verki, tí løgtingið hevur játtað 900.000 kr. í trý ár.

Tað ber til at hoyra og síggja meira um verkætlanina við at síggja sjónbandsupptøkuna við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

http://kvf.fo/netvarp/sv/2015/03/06/savnsgull-2014

Eisini ber til at lesa ársfrágreiðingina fyri 2014 við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

http://kvf.fo/greinar/2015/03/06/savnsgull-her-er-arsfragreidingin-fyri-2014