Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Námsfrøðiútbúgvingin er í vanda

Sáttmálin um løn til starvslærararnar, sum hava námsfrøðilesandi í starvslæru gekk út 1. mars í ár, og enn er eingin nýggj avtala gjørd. Limir í Pedagogfelagnum hava sum so ikki skyldu at taka á seg arbeiði sum starvslærari, men starvslæran hevur alt at siga fyri, at lesandi kunnu gjøgnumføra útbúgvingina.

Pedagogfelagið segði sáttmálan um løn til starvslærarar, sum gekk út 1. mars, upp eftir galdandi reglum, og enn er eingin nýggj avtala gjørd um løn til starvslærarar, sum hava námsfrøðilesandi.

Felagið hevur gjørt eitt uppskot um nýggjan sáttmála, og hevur í hesi vikuni roynt at fingið í lag samráðingar við Fíggjarmálaráðið við støði í hesum uppskoti, men einki svar kom uppá fundarboðini.

Av tí at eingin sáttmáli er í løtuni um løn til starvslærarar, vil Pedagogfelagið við hesum boða tykkum av limum okkara, sum hava tikið ella ætla at taka á seg arbeiðið sum starvslærari, frá, at tit ikki hava skyldu til at taka hesa uppgávu á tykkum.

Avleiðingin kann so vera, at námsfrøðilesandi ikki sleppa í starvslæru, og tá er útbúgvingin hótt.

Pedagogfelagið hevur staðfest, at tað eru á leið 400 prosent á muni á tímalønini hjá einum námsfrøðingi, sum hevur ein námsfrøðilesandi á Námsvísindadeildini í starvslæru, og einum lærara, sum hevur ein læraralesandi frá sama stað, í starvslæru.

Hóast hesi lesandi taka javnbjóðis útbúgving á Fróðskaparsetrinum, og í stóran mun eisni hava samlesnað á millum annað linjuni Innskúling, so er eingin, sum hevur víst vilja til at skipa so fyri, at lønir og aðrar sømdir verða javnsettar.

Tí vil Føroya Pedagogfelag við hesum eisini heita á politisku skipanina um at taka hetta í størsta álvara og gera sítt til, at ein sáttmáli sum skjótast verður gjørdur.

Nevndin í Føroya Pedagogfelag