Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kvinnur, ið vístu og framvegis vísa vegin

Tá eg hoyrdi, at kvinnurnar ætla at útvelja sær eina kvinnu, sum hevur víst vegin fram móti javnstøðu, og reisa minnismerki um hana, so bilgtist tankarnir í mær, og eitt hugskot vaks við ferð. 

Eg gjørdist glaður yvir, at stig verða tikin til at heiðra undangongukvinnurnar, men mítt hugskot er, at einar 5 – 10 verða útnevndar, og at ein kunstnari fær til uppgávu at skapa tær og samla tær í ein føroyskan kvæðaring á plankpoleraða stein/hellu við flaggstong og føroyskum flaggi í miðjuni..

Samstundis vera tvey fólk sett at skriva pjecu um:

26307. kvinnustríð gjøgnum tíðirnar - nógvar einkir – tær gjørdu bæði kvinnu- og mansarbeiði.

26307. góðar lýsingar av teimum útnevndu kvinnunum.

26307. kós fyri javnstøðisstríðnum nú og í komandi tíðum.

Tekstirnir skulu vera á føroyskum, donskum og enskum, so øll ferðafólk eisini kunnu fáa alt við

Hetta var tað, ið fleyg innar í mítt høvur og gjørdi meg glaðan. Kanska kunnu kvinnurnar nýta nakað av frammanfyristandandi.

At fleiri verða úttiknar økir breiddina í fólkinum, og tað er til gagns fyri undirtøkuna

Hetta kostar, men eg eri vísur í, at bæði privat og landið sum heild vilja gjalda sín part.

Dagfinnnur Danbjørg.