Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

 

Talan er um trúgv

27. Jan 2014

Innleiðandi kapitlarnir í orði Guds til samkomuna í Róm, snúgva seg um synd. Ákæran og fordømingin byrjar longu í Róm. 1, 19 – 32, ið viðgerð ræðuligu misbrot heidninga. Tað vísir seg, at sjálvt fittir og gávumildir heidningar, mugu venda um við trúgv á Jesus Kristus, fyri at toknast Gudi. Og hjá okkum er tað skilligt, at kristin siðaarvur bert er eitt nevni og arvar ikki ríki Guds uttan endurføðing. (Joh. 3). Niðurstøðan er hendan: “Uttan Kristus í hjartanum flýtur føroyingurin í báti heidninga!” “Tí, øll menniskju hava syndað og teimum fattast dýrd Guds.” (Róm. 3, 23).