Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Leiðarar fingið íblástur

”Vit fáa ágóðan av intelligensinum hjá øðrum” segði leiðsluráðgevarin Liz Wiseman fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum, tá ið árliga ráðstevnan the Global Leadership Summit, GLS, varð hildin í vikuskiftinum.

Ein sera væleydnað leiðararáðstevnan er farin um bak. Leiðarar úr øllum landinum, sum umboða ein breiða fjøld innan vinnulív, kirkju og samkomu, fyrisiting, hjálparfelagsskapir og útbúgving settu tveir dagar av til kveikjandi og mennandi leiðararáðstevnu í Norðurlandahúsinum.

Fyrilestrarnir, sum vórðu vístir á stórskíggja, vóru rættiliga fjølbroyttir og gevandi hvør á sín hátt. Frá Chris Brown, ið er prestur, til Colin Powell, sum er fyrrverandi amerikanskur uttanríkismálaráðharri og generalur. Powell greiddi frá sínum lívsroyndum á ein ógvuliga inniligan og persónligan hátt. Leiðsluráðgevin og kliniski sálarfrøðinginum Henry Cloud og Joseph Grenny, granskara á MIT í Boston, hildu eisini fyrilestur.

Livar Nysted, okkara havrógvari í heimsflokki, var føroyska luttøkan í ár. Stórur spenningur var um, hvat lá Livar Nysted á hjarta. Livandi og skemtiliga greiddi hann frá týdninginum um, at ein altíð skal gera sítt besta, tí um ein ikki ger tað, so fer tað koma einum aftur um brekku. Livar vísti á, við ítøkiligum dømum, at tað gevur úrslit at vera áhaldandi, hóast ein upplivir niðurløg. Hann legði somuleiðs dent á, at ein leiðari eigur at ganga á odda og at vísa seg sum ein góð fyrimynd fyri tey, hann leiðir.

Tveir avbera góðir leiðsludagar eru farnir aftur um bak. Afturmeldingarnar frá stevnuluttakarum hava verið sera jaligar. GLS Føroyar vónar, at henda leiðararáðstevnan kann vera við til at menna og kveikja leiðarar, so at teir blíva enn betri til at leiða síni fólk, landi og fólki til signing.

Nevndin fyri GLS takkar hjartaliga øllum, sum luttóku á GLS í ár. Nevndin gleðir seg nógv til komandi stevnu, sum verður hildin 16. og 17. januar 2015.

Meira um GLS kann lesast á www.gls.fo

GLS Føroyar