Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu liberalt verður privata havrannsóknarskipið?

Fyri okkum í Framsókn ljóða ætlanirnar um at reka eitt havrannsóknarskip á privatum grundarlagi spennandi. Tað er sum kunnugt eitt av høvuðsmálum okkara at fáa hóskandi almennar uppgávur liberaliseraðar ella beinleiðis einskiltar. Vit fara tí at viðgera ætlanirnar hjá landsstýrismanninum við stórum áhuga.

Eitt, sum vit serliga fara at kanna eftir, er um ætlanin veruliga er liberal í orðsins rætta og jaliga týdningi – tað vil siga, um tað av álvara tænir føroyska samfelagnum og føroyingum, at vit fáa eitt privat havrannsóknarskip heldur enn eitt alment. Fyri ein frælslyntan flokk sum Framsókn hevur tað alt at siga, at privatar tænastur eru minst líka góðar ella betri fyri føroyingar, enn um teir vórðu riknar av tí almenna, og at tær gerast bíligari heldur enn dýrari fyri samfelagið. Fyri okkum er tað sjálvt endamálið við liberalisering ella einskiljing.

Í andstøðuni vita vit ikki enn, um hetta verður so í málinum um havrannsóknarskipið. Vit fáa at kalla einki at vita frá samgonguni, annað enn tað, sum vit frætta í fjølmiðlunum. Tað sindrið, vit vita, er at landsstýrismaðurin í miðlunum hevur upplýst, at tað verður neyðugt at lata privat byggja skipið, tí at tað ikki er pláss fyri tí innan almenna íløgukarmin. Ætlanin er so, at tað almenna skal binda seg til at leiga skipið í 20 ár, tó við einum rætti til at keypa tað ávegis, ella tá leigusáttmálin gongur út.

Júmen, var hetta ikki júst sama grundgevingin hjá samgonguni fyri at lata privat gera og reka ein Eysturoyartunnil, sum hevði komið at kostað brúkarunum og tí føroyska samfelagnum fleiri hundrað milliónir krónur í meirkostnaði? Tann ætlanin stóð í beinleiðis andsøgn við sjálva ta liberalu hugsjónina. At liberalisera merkir ikki at flyta ágóðar hjá tí almenna og borgarunum yvir til nøkur fá privat. Tað merkir at lata privat reka eina tænastu, sum gevur tí almenna og borgarunum fleiri ágóðar viðvíkjandi góðsku og kostnaði, enn um tað almenna rak hana.

Í teirri sonevndu CIP-ætlanini vantaðu bæði vit og skil – og liberal var hon ikki, sjálvt um hon skuldi eitast at vera privat. Fyri at fáa tað málið aftur á beint, skutu vit í Framsókn upp at byggja Eysturoyartunnilin eftir einum almennum partafelagsleisti. Á sama hátt fara vit – tá vit einaferð sleppa at síggja lógaruppskotið – at tryggja okkum og øllum føroyingum, at tað privata ikki fer at byggja eitt havrannsóknarskip, bara tí at tað ikki rúmast innan teir ásettu almennu íløgukarmarnar. Treytin má vera, at ætlanin at byggja og reka skipið á privatum grundarlagi má vera minst líka bílig og dygdargóð fyri almenningin, sum um tað almenna sjálvt bygdi tað.

Vit mugu eisini tryggja okkum, at Havstovan fær tann ræðisrættin yvir skipinum, sum hon hevur tørv á fyri at kunna útinna sínar uppgávur. Arbeiðið hjá Havstovan er sjálvur lykilin til at tryggja føroyingum okkara rættindi til tað stóra náttúrutilfeingið, sum er ein av grundsúlunum undir okkara samfelag og framtíð.

Poul Michelsen

Framsókn