Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

200 ár síðan Kielarfriðin

Mikunáttina 15. januar í ár vóru 200 ár síðani núverandi Noreg varð skilt frá okkum sambært friðarsáttmálan í Kiel, sum er dagsettur 14. januar 1814.

Hetta var ásett í einum sáttmála, sum kongur okkara gjørdi við Svøríkis kong. Kongur okkara var Noregis kongur, sum samstundis var kongur í Danmørk og eisini stýrdi hertogadømunum Slesvík og Holstein á markinum við Týskland.

Hetta ríkjasamband skuldi sa,bært bjørgvinarsáttmálanum frá 29. august 1450 vera saman um kríggj og frið. Nú hevði okkara kongur verið uppi í einum kríggi, sum hevði fingið ein ringan enda. Hann hevði tapt, og fremmandir hermenn vóru komnir inn um ríkismark. Kongur noyddist at rinda fyri friðin við lata jørð.

Svøríkis kongur kravdi at ríkjasambandið millum Noreg og Danmark varð upployst, soleiðis at Noreg kom saman við Svøríki. 7. januar 1814 gekk Danmarkar kongur við til hetta, og hetta var grundarlagið fyri samráðingunum millum partarnar í Kiel vikuna eftir.

Men so hendi nakað óvæntað. Stóra Bretland, sum eisini var í kríggi við Noregis og Danmarkar kong, kravdi at fáa ein part burtur av Danmarkar ríki, nevnliga oynna Helgoland, sum er í landsynningshorninum í Norðsjónum. Hon er eitt sindur størri enn Lítla Dímun, men hevur góða havn, og hesa oyggj høvdu bretar hersett í 1807. Hundraðtals bretskir úthandlar vóru har. Bretar vildu ikki sleppa hesi oyggj, og vandi var fyri at hetta kundi forkoma allari friðartilgongdini.

Tá var tað, at svenski oddamaðurin, krúnprinsurin Karl Johan, skar ígjøgnum og gjøgnum sín samráðingarmann skeyt upp, at Grønland, Føroyar og Ísland framvegis skuldu vera í ríkjasambandi við Danmørk. Hetta gekk danski samráðingarmaðurin við til, og hesum fyri at takka eydnaðist at fáa friðarsáttmálan undirritaðan kl. trý náttini til 15. januar 1815, men dagsetingin var tó dagin fyri, tann 14. januar.

Zakarias Wang