Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Gamalt bein í grítuni

Í dag avdúka vit, at Kringvarpið og Olivant, hava runnið eftir einum røstum skugga frá 1997. Ein avdúking, ið Oyggjatíðindi, sum ikki einaferð, avdúkaði.

Í fleiri vikur hevur Kringvarpið roynt at kókað soð av hesum gamla beininum, men smakkurin er ikki góður, og tó roynir vinstravongurin at harta høgraveingin, og soleiðis svaraði Herman Oskarsson, fyrrverandi stjóri á Hagstovuni, enn einari toll-søgu um Jørgen Niclasen:

Eitt heilt samfelag verður ikki oyðilagt av snýtarum sum Stein Bagger ella Bernie Madoff. Teir særa samfelagið við sínum snýti og síni kradding, men tá samfelagið revsar teir, reinsar samfelagið seg sjálvt. Men tá tollarar, smátjóvar, grannin, ja tú og eg lata snýt og kradding fara fram, uttan at revsa brotsmannin, tá er vandi fyri at samfelagið rotnar heilt niður í rótina. Tað hendi í áttatiárunum, tað hendi í nítiárunum, og nú er tað aftur hent. Tað er í døgum sum hesum at sanna mura samfelagsins - og tí eisini lagna samfelagsins - verur eyðsýniliga løgd opin.

Og blaðstjórin svaraði, sjálvandi Herman Oskarsson:

Ja, Oskar, men hví varð eingin upprudding gjørd av áttatiárunum, og hví endaði journalisturin í fongsli, sum avdúkaði gøluna. Gølan hjá Jørgen varð eisini avdúka av sama journalisti í 1997, og hvat gert tú sjálvur við roknskaparrótið á setrinum? Ert tú ikki bara eitt mynstur á tapetinum í tínum egna fólkaræði, sum hevur hol í báðum endum?

Og so svarar kommunisturin aftur, og kallar Oyggjatíðindi kloakk-sprutt, og seg sjálvan kommunistiskan sprellibassa:

Hattar er eitt tað mest ørkymlandi við allari tilveruni hjá okkum smáu menniskjum í hesum stóra maskinaríi, harra blaðstýrari Dan Klein - vit enda altíð sum statistar í tí spæli, vit sjálvi eygleiða. Vit kommunistisku sprellibassar í sjeytiárunum vóru ræðumynd og skálkaskjól hjá sonnu bandittunum, Oyggjatíðindi var dømd at vera kloakksprutt samstundis sum tey onkra einstaka ferð vóru sannleikans spaka rødd, Tjóðveldisflokkurin var bussimaðurin í kongaríkinum. Jú, eg eri partur av tapetinum, men vil so forferdiliga gjarna vera nakað annað - syrgilig lagna, eg veit . . .

Og blaðstjórin svarar:

Kommunistiskur sprellibassi og kloaksprutt, so passar líkningin helst betur, meðan Oyggjatíðindi var offrað av vinstra- og høgraveinginum, sum høvdu góðtikið korruptiónina, og so kanst tú nokkso gott kalla teg sprellibassa í dag, men tú leggur í veruleikanum bara stink-bumbu undir teg sjálvan.

 Trupulleikin við slíkum sjálvbestaltaðum serfrøðingum er, at teir gloyma at fortíðin hevur framleitt prógv í móti sær sjálvari, og eitt av hesum prógvum var, at tað er ikki Olivant ella Kringvarpið, ella vinstravongurin í Føroyum, sum avdúkaði sokallaðu tollgøluna hjá Jørgen. Tað gjørdu vit - sum ikki einaferð í 1997.

----

Lesið eisini aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Tekna hald og fá blaðið sendandi, sum pdf-útgáva……

oyggjat@olivant.fo

------

PayPal skipanin hevur rigga so illa, at hon nú ikki er virkin, men skulu fólk hava blaðið, kunnu tey senda ein teldupost, og tekna kvartalshald fyri kr. 150,00, og fáa teldutøku bløðini sendandi. Tekna hald oyggjat@olivant.fo og tú ert við...