Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Avdúking í 1997, bleiv til breaking news í 2013

Oyggjatíðindi avdúkaði longu í 1997, at Jørgen Niclasen, segði tað sama tá í 1997, sum hann ger nú, at hann ongantíð er meldaður fyri tollsvik.

Í dag vita vit, at hann varð meldaður, men onki prógv er ført fyri, at hann hevði fingið hetta at vita. Eisini avdúkaði blaðið, at Sjónvarpið tá fekk allar upplýsingar í málinum, men valdi, sum fútin og myndugleikarnir, at tyrva málið.

Hóast leiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni, Bergleif Brimvík, onga viðmerking hevði til málið, so bedýrar Jørgen Niclasen, stjóri og løgtingsmaður, í samrøðu við blaðið í 1997, at hann er ikki nakrantíð meldaður fyri tollsvik.

Blaðið avdúkar eisini, at Sjónvarp Føroya, var eftir søguni, men tordi tá ikki at lýsa málið, og táverandi stjórin, Tróndur Djurhuus, var uttanlanda, og tað var programmleiðarin, Ivan Niclasen, eisini.

Oyggjatíðindi avdúkar eisini, at Jógvan Sundstein var landsstýrismaður í fíggjarmálum, meðan tollgølan koyrdi, men ein annar landsstýrismaður var eisini um hetta sama mundi, nevniliga tjóðveldismaðurin, Finnbogi Ísakson.

Vit kunnu samanumtikið siga, at onki hevur verið frammi í dag, sum ikki var frammi í 1997.