Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ARKITEKTAKAPPING UM MIÐBÝIN SKRIVAÐ ÚT Í GJÁR

Høvuðsstaðurin skal mennast. Tí hevur Tórshavnar kommuna skrivað út arkitektakapping um miðbýin. Allir arkitektar og øll arkitektavirki í Føroyum eru boðin at luttaka í kappingini.

Hvussu skal miðbýurin síggja út í framtíðini? Henda spurning ynskir Tórshavnar kommuna, at arkitektar og arkitektavirki í Føroyum viðgera og svara. Tí hevur kommunan skrivað út arkitektakapping um miðbýin í høvuðsstaðnum. Kappingarskráin er gjørd í samstarvi við Arkitektafelag Føroya.

Skal framtíðartryggja Havnina

Tórshavnar kommuna leggur doyðin á at fáa enn meira lív í miðbýin, og er arkitektakappingin ein liður í arbeiðinum at leggja til rættis eina skipaða miðbýarmenning. Kommunan ynskir at víðka um miðbýin og samstundis varðveita upprunalig snið við atliti at bygging og landslagi. Men samstundis ynskir kommunan at skapa møguleikar at byggja hægri og tættari og á tann hátt geva rúmd fyri spennandi arkitekturi.

Eisini verður stórur dentur lagdur á, at børn og vaksin, privatar og almennar tænastur, vinnulív og stovnar fáa so góð kor at virka undir í miðbýnum sum gjørligt. Endamálið við kappingini er at tryggja byggilistarligu kósina í miðbýnum nógv ár fram í tíðina.

Kapping í tveimum pørtum

Kappingin er býtt upp í tveir høvuðstættir. Arkitektarnir skulu gera eina heildarætlan fyri allan miðbýin og haraftrat evna til eitt prosjektuppskot fyri økið kring Steinatún - frá Kongagøtu og oman til Sverrisgøtu. Kappingin um økið kring Steinatún snýr seg um at skapa røttu karmarnar soleiðis, at umhvørvið er virkið og væl virkandi. Tað er einki at taka seg aftur í, at Steinatún er eitt tað týdningarmesta vegamótið fyri bæði koyrandi ferðslu og fólk til gongu. Tí er eisini umráðandi, at luttakararnir í kappingini greina og lýsa støðuna og finna fram loysnir, ið skapa trivnað millum fólk og veita handilslívinum góðar karmar.

Fyrsta stigið at menna ein part av miðbýnum er eisini tikið við at skriva út prosjektkapping fyri økið kring Steinatún. Og eftir ætlan verður skipað fyri fleiri kappingum seinni, har onnur øki í miðbýnum verða raðfest og ment. Tórshavnar kommuna hevur á fíggjarætlanini fyri 2014 sett av 9 mió. kr. til miðbýarætlanina umframt aðrar 5 mió. kr. til fríðkan av býnum, spælipláss í miðbýnum og gongugøtuna.

Dómsnevndin

Ein dómsnevnd, ið telur 10 limir, skal meta um uppskotini. Formansskapurin í býráðnum og tveir stjórar í kommununi eru í dómsnevndini. Harumframt eru umboð fyri handils- og ferðavinnuna við í dómsnevndini, umframt 3 fakdómarar.

Kappingin hevur stóran týdning fyri býin, og dentur er tí eisini lagdur á at fáa fakdómarar við nógvum royndum. Teir tríggir fakdómararnir eru Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn, føroyski arkitekturin Turið Mohr,sum arbeiðir í Danmark, og danski professarin á Københavns Universitet, Ellen Marie Braae, sum hevur granskað innan býarskipan.

Úrslitið av kappingini verður eftir ætlan kunngjørt 16. mai 2014 í sambandi við almenna framsýning av øllum uppskotum, ið komin eru inn. Tá verður vinnandi uppskotið eisini avdúkað. Lýst verður seinni við, hvar framsýningin verður.

Kappingarskráinsæst her:  http://www.torshavn.fo/get.file?ID=1662