GRUNDSTYKKI AFTUR TIL SØLU Í KOLLAFIRÐI
13. Jul 2016
Tað hevur víst seg sera trupult at útvega lendi til húsabygging í Kollafirði. Tað eru 28 ár síðan, at stórvegis av kommunalum grundøkjum hava verið til sølu í bygdini. Men nú verða 24 grundøki gjørd úti í Hamrabø.