Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tórshavnar kommuna heitir á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað.

Um boðini ikki verða aktað, kann arbeiðið verða gjørt fyri rokning grundeigarans.

Klipt skal verða ájavnt við mark, yvir gongu- og súkklubreyt skal fríhæddin vera 2,5 metrar. Hæddin yvir koyrivegi skal vera 4,2 metrar - og tá skal fyrivarni takast fyri, at regn kann tyngja greinarnar niður.

Tak niður faldaran „Planti eitt træ í góðum grannalag“, trýst HER: https://issuu.com/torshavnarkommuna/docs/planti___eitt_tr_______g____um_gran