Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað hevur víst seg sera trupult at útvega lendi til húsabygging í Kollafirði. Tað eru 28 ár síðan, at stórvegis av kommunalum grundøkjum hava verið til sølu í bygdini. Men nú verða 24 grundøki gjørd úti í Hamrabø.

 HMP-Consult hava verið ráðgevar og hava gjørt høvuðsprosjektið. Arbeiðið varð boðið út til fimm arbeiðstakarar í innbodnari lisitatión. Felagið Við Sjógv Sp/f. átti lægsta tilboðið, sum var uppá 6,14 miljónir.

 Málið varð einmælt samtykt í býráðnum 19. mai, og í gjár varð sáttmálin við smápartafelagið Við Sjógv undirskrivaður.

 Tað hevur verið sera trupult at útvega jørð í Kollafirði til grundstykkir. Tað mesta er kongs ella privat, tí hevur ikki verið lætt bæði áðrenn og aftaná samanleggingina at finna jørð til endamálið. Privatjørð er ikki bílig at fáa fatur á, og tá hevði prísurin á grundstykkum eisini verðið hareftir.

 Nú er so eydnast kommununi at keypa eitt øki og fyribils gera eina stóra heildarætlan fyri 24 grundstykki.

 Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, eru fegnir um, at nú hevur eydnast býráðnum at útvega grundstykki í Kollafirði. Stykkini eru vónandi kærkomin, nú nýggi barnagarðurin verður liðugur í Kollafirði í august.

 Stykkini liggja sera væl fyri við góðum útsýni - og møguligt er seinni at longja útstykkingina út móti Kjalnesi.

 Á myndini síggjast f.v. Heðin Mortensen, borgarstjóri, Súni Davidsen frá Smápartafelagnum Við Sjógv og Tróndur Sigurdsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini.