Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tann 26. juli byrjar vitjanin hjá amerikanska sendiharranum í Danmark, Rufus Gifford, í Føroyum. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, er vertur fyri vitjanini. Við sær á ferðini hevur Gifford mann sín, Stephen DeVincent.

Á vitjanini fer sendiharrin at hava fundir við løgmann, landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýrismannin í fiskivinnumálum og Ríkisumboðið. Evni á fundunum verða ymisk mál av felags áhuga millum Føroyar og amerikanska samveldið, herundir handils- og vinnusamstarv.

Sendiharrin fer at luttaka á ymsum tiltøkum í sambandi við ólavsøkuna, og fer eisini at seta og luttaka í Faroe Pride skrúðgonguni tann 27. juli.