Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit viðv. klagu um vantandi frítøku frá at rinda til føroyska eftirlønarskipan

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi frítøku frá at rinda eftirløn sambært Eftirlønarlógini. 

Klagarin búði í Føroyum, men arbeiddi í Noregi fyri danskan arbeiðsgevara.  Umboðsmaðurin kom til ta niðurstøðu, at gjald til Folketrygd í Noregi gevur ikki frítøku frá at rinda til eftirløn eftir Eftirlønarlógini. 

Umboðsmaðurin staðfesti, at kunngerðin, sum ásetir treytirnar um frítøku fyri løntakarar, sum arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevara, fer út um sítt heimildarmark, tí hon setir strangari krøv enn Eftirlønarlógin heimilar. 

Fíggjarmálaráðið varð tí biðið um at endurskoða kunngerðina um frítøku. Eisini heitti umboðsmaðurin á Taks um at taka málið hjá klagaranum til nýggja viðgerð fyri at gera eina ítøkiliga meting av, um ein PFA pensjón hjá klagaranum kann geva frítøku frá kravinum um at rinda eftirløn sambært Eftirlønarlógini. (LUM 15/00119)

Álitið kann lesast her: http://www.lum.fo/Files/System/Logtingsins_Umbodsmadur/icon_16px.gif