Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ein nýggj frágreiðing hjá FAO, matvørustovnurin hjá ST, um globalu støðuna og gongdina í fiskiveiði og aling varð løgd fram í morgun á 32. fundinum í fiskivinnunevndini (COFI) hjá FAO í Rom, har Føroyar luttaka sum atlimur.

Annaðhvørt ár ger FAO eina umfevnandi lýsing um fiskiveiði og aling í heiminum, sum limirnir í FAO fiskivinnunevndini fáa til viðgerðar. Tølini í frágreiðingini vísa m.a., at í 2014 var alivinna størri veitari av fiski til matna, enn villini veiddur fiskur. Kina er størsti alarin av sjómati. Í 2014 aldi Kina 45,5 milliónir tons, sum er heili 60 prosent av øllum aldum sjómati í heiminum.

Menningin av aling hevur havt við sær, at samlaða globala nøgdin av sjómati pr. fólk, ið verður etin um árið, fyri fyrstu ferð er farin upp um 20 kg.

Á COFI fundinum hesa ferð verður eisini nógv gjørt burtur úr, at í juni í ár kom formliga í gildi altjóða FAO sáttmálin at basa ólógligum fiskiskapi. Løgtingið hevur samtykt sáttmálan, og formlig fráboðan verður sent FAO innan stutta tíð.

Høvið verður brúkt á COFI fundinum at vísa á , at Føroya taka fult undir við altjóða samstarvinum móti ólógligum fiskiskapi. Mett verður, at hvørt ár verða 26 milliónir tons av fiski ólogliga veidd. Hetta er við til at undirgrava royndir hjá øllum londum, ið arbeiða fyri at tryggja burðardyggan fiskiskap til frama fyri matvørutrygd og búskaparmenning.

Við avtaluni binda luttakandi londini seg til at hava eftirlit við skipum undir fremmandum flaggi við tí endamáli at basa ólogligum fiskiskapi. Somuleiðis skal avtalan tryggja, at ólóglig veiða ikki kemur á marknaðin, og at skip, sum hava framt ólogligan fiskiskap ella hava stuðlað slíkum fiskiskapi, ikki sleppa í havn ella fáa tænastur í havnum. Við hesum verður trupult hjá slíkum skipum at virka yvirhøvur.

Nevnast kann, at tey londini, ið higartil hava bundið seg til avtaluna, tilsamans umboða meira enn 62 prosent av fiskainnflutningi í heiminum og 49 prosent av fiskaútflutningi.

FAO støðulýsing um fiskiveiði og aling er at finna her: http://www.fao.org/3/a-i5555e.pdf