Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

“Fremsta fortreytin fyri næstu sáttmálasamráðingunum er, at vit byrja á blankum pappíri og ikki bara verða trýst inn í ein karm, sum vit onga ávirkan hava havt á. Og so skulu lønirnar sjálvsagt upp, so tað merkist.”

Tað er greiði boðskapurin hjá Suna Simonsen, formanni í Føroya Handverkarafelag, undan sáttmálasamráðingum, sum verða tíðliga í heyst.

Føroya Handverkarafelag og  Landsfelag Handverkaranna hava júst sagt upp teirra felags sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroyar Handverksmeistarafelag. 

Og Føroya Handverkarafelag/Atlantic Workers Union hevur somuleiðis sagt sín sáttmála upp við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Atlantic Workers Union er felagið hjá flogmekanikarunum og er limafelag hjá Føroya Handverkarafelag.

Báðir sáttmálarnir ganga út 1. oktober, so innan ta tíð skulu samráðingarnar um tveir nýggjar sáttmálar helst vera komnar upp á pláss, og í sáttmálauppsøgnini hava Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkara skotið upp yvir fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag at byrja nýggju samráðingarnar um tann sáttmálan í viku 36 – tað er vikan, sum byrjar 5. September.

Og Føroya Handverkarafelag hevur somuleiði skotið upp á byrja samráðingarnar við Føroya Arbeiðsgevarafelag um sáttmálan hjá flogmekanikarunum í viku 36. 

Suni Simonsen staðfestir, at støðan nú aftur er, sum hon var fyri tveimum árum síðani. Tá var útgangsstøðið, at lønirnar hjá handverkarunum skuldu upp, og at Føroya Handverkarafelag ikki longur fór at finna seg í bara at verða kroyst inn í ein karm, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði lagt saman við øðrum felagi ella feløgum.

Tá spurdist tó ein semja burturúr, sum umframt lønarhækkingar á sama støði sum hjá hinum feløgunum gekk út upp á, at nýggi sáttmálin skuldi ganga út 1. mai í 2016 – altso í ár – saman við sáttmálunum hjá arbeiðarafeløgunum, soleiðis at til bar hjá arbeiðarafeløgunum og handverkarafeløgunum í felag at samráðast um ein nýggjan lønarkarm. 

Men í semjuni var hetta treytað av, at handverakrafeløgini og arbeiðarafeløgini í góðari tíð frammanundan høvdu megnað at finna sínamillum semju og skipa seg í eina felags samráðingarnevnd.

Suni Simonsen stóð á odda fyri hesi samskipan, men hann mátti tíverri í vetur staðfesta, at royndin við felags samráðingum ikki bar á mál hesaferð, tí feløgini kundu ikki semjast. Tí gekk handverkarasáttmálin heldur ikki út 1. mai, men gongur út 1. oktober, sum vanligt hevur verið.

“Tað var eitt stórt spell, at tað ikki eydnaðist fakfeløgunum at finna felags stev hesaferð. Fyri okkum merkir tað, at vit møta til samráðingar við okkara egnu krøvum og okkara egna karmi. Og vit skulu lyftast. Vóru vit eftirbátar lønarliga sæð í 2014, so eru vit tað í størri mun nú, tí gongdin í samfelagnum er batnað munandi síðani tá, og hjólini mala við fullari ferð. Tí er tað greitt, at vit fara eftir einari reallønarhækking, sum veruliga munar”, sigur Suni Simonsen.