Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vatntøtt skott mugu vera millum tryggingarpartin og bankapartin í Betri samtakinum

Dan Klein --- 07.04.2017 - 09:45

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag sent broytingar í vinnufyritøkulógini og lógini um tryggingarvirksemi til hoyringar.

Betri samtakið rekur peningastovnsvirksemi, skaðatryggingarvirksemi, og pensjónstrygging í ymsum feløgum, og samtakið hevur stóran samfelagsligan týdning. Feløgini í samtakinum eru samstundis bundin saman av sama ognarskapi og eini felags samtaksleiðslu. Í tílíkum samtøkum er tó ein innbygdur váði - eisini nevndur samtaksváði. Í fíggjarligu lóggávuni er lagt upp fyri hesum við reglum, sum eru grundaðar á eina meginreglu um vatntøtt skott. Tað merkir, at í eini kreppustøðu skal einstaka felagið undir eftirliti kunna avbyrgjast og verjast í mun til hini feløgini í samtakinum, og sjálvstøðugt kunna halda fram við virkseminum.

Men mett verður tó, at galdandi lóggáva ikki er nøktandi at byrgja upp fyri tí váða, sum bygnaðurin í Betri samtakinum hevur við sær.

Í Betri samtakinum eru ikki serstøk førleikakrøv sett ovastu nevndini, og persónsamanfall er í dagligu leiðsluni. Vandi er tí fyri, at einstøku feløgini í samtakinum ikki kunnu virka sjálvstøðugt, og hetta merkir aftur, at trupulleikar í einum parti av samtakinum kunnu spjaða seg til aðrar partar í samtakinum. Við verandi samtaksbygnaði er eisini ein vandi fyri, at Ognarfelag Tryggingartakaranna - og harvið tryggingartakararnir - í einari neyðstøðu undir eini bankakreppu koma sær í vanda fyri at missa tey virðir, ið liggja í tryggingarfeløgunum.

Endamálið við lógarbroytingunum er at byrgja upp fyri nevnda váða. Fyri at verja tryggingarpartin í Ognarfelagnum, so felagið kann halda fram við tryggingarvirkseminum, um ein bankakreppa kemur í Betri Banka, verður skotið upp at seta í vinnufyritøkulógina:

Krav um, at tryggingarvirksemi og bankavirksemi skulu vera í hvør sínum haldfelagsskapi - ávikavist einum tryggingarhaldfelagsskapi og einum peningastovnshaldfelagsskapi.

Forðan fyri at Ognarfelagið lænir upp á ella setur í veð partabrøvini í tryggingarfeløgunum fyri at skjóta pening inn í ein kreppuraktan banka.

Avmarkingar fyri persónsamanfalli í feløgunum í samtakinum.

Krav um at samlaða nevndin í Ognarfelag Tryggingartakaranna skal hava nøktandi førleikar (kollektivar førleikar).

Harumframt verður við uppskotinum til broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi betri samsvar millum váða og kapitalkrøv, umframt at serstøk førleikakrøv verða sett leiðslum í tryggingarhaldfeløgum.

Lógarbroytingarnar viðvirka harvið til at fremja fíggjarligt støðufesti og álit á tryggingarfeløg.

- Betri samtakið er størsta peningasamtakið í landinum. Um samtakið kemur í fíggjarligar trupulleikar, kann tað fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri alt okkara samfelag, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Leiðslubygnaðurin í Betri samtakinum er óheppin, og líkist í stóran mun bygnaðinum í kollsiglda Eik samtakinum. Miðsavnanin og manglandi skottini millum tey ymisku feløgini økir váðan fyri, at ein bankakreppa kann breiða seg til tryggingarpartin, og at móðurfeløgini í samtakinum fara á húsagang saman við bankanum. Tí er neyðugt við lógarbroytingum og skottum, so at tryggingarvirksemið kann halda fram, um bankin fer av knóranum.

Les meira um lógaruppskotini á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.