Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Skeið í Vegurin sum arbeiðspláss

Dan Klein --- 07.04.2017 - 09:15

Í døgunum 24-26. apríl og 27-28. apríl 2017 skipar Landsverk aftur fyri tveimum 2-daga skeiðum undir heitinum "Vegurin sum arbeiðspláss". Skeiðið verður hildið á Hotel Hafnia í Havn. 

Byrjað verður klokkan 08.30 báðar skeiðsdagarnar, og undirvíst verður til umleið klokkan 16.00. 

Tað eru Dorte Hvid Hansen og Thomas Virenfeldt frá Vej-EU, sum undirvísa við fyrilestrum, bólkaarbeiðum og øðrum. 

Skeiðsgjaldið er kr. 6.000, íroknað mat og skeiðstilfar. Tilmelding fer fram við at skriva til Rúnu Hjelm umvegis teldupost ruhj@lv.fo, flyta skeiðsgjaldið á kontu 9181 128.220.6 ella 6460 431.468.0 og viðmerkja navn á luttakara. Freistin at tekna seg er týsdagin 18. apríl 2017.