Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Íslendski forsetin vitjar Føroyar í mai

Dan Klein --- 06.04.2017 - 09:45

ALMENN VITJAN: Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini Landsstýrið, Løgtingið, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur.

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson, og forsetafrú, Eliza Jean Reid, koma til Føroya á almenna vitjan 15. til 19. mai. Aksel V. Johannesen, løgmaður, er vertur fyri vitjanini.

Undir vitjanini hitta íslendsku forsetahjúnini Landsstýrið, Løgtingið, kommunur, aðrar almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur.

Meira kann lesast um íslendska forsetan her:

Um íslendska forsetan 
Guðni Th. Jóhannesson er útbúgvin søgufrøðingur og hevur starvast á Háskóla Íslands. Í juni 2016 fekk hann flestar atkvøður til íslendska forsetavalið og gjørdist alment íslendskur forseti 1. august í 2016. Í ár hevur hann millum annað verið á almennari vitjan í Danmark og Noregi.