Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýtt ókeypis talgilt uppslagsverk

Dan Klein --- 08.04.2017 - 09:01

Forlagið Ungu Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu, www.unguforoyar.fo. Forlagið hevur valt at leggja alla bókina Hugtøk í bókmentafrøði upp á heimasíðuna. 

Tankin er at hetta skal gera tað lættari hjá næmingum, lærarum ella einhvørjum við áhuga fyri bókmentum at sláa upp í bókini. 

Á nýggju heimasíðuni er ein leitifunka, sum ger tað ómakaleyst at finna leitiorð og meira vitan um ymisk hugtøk. 

Forlagið Ungu Føroyar gav bókina Hugtøk í bókmentafrøði út í 2009, og hon hevur verið væl móttikin. Forlagið ynskir, at bókin skal verða tøk fyri øll, og at tað skal verða gjørligt at halda bókina við líka. Tíðin stendur ikki í stað, og nýggj hugtøk stinga seg upp, eisini í bókmentafrøðini. 

Í samband við at nýggja heimasíðan er útgivin eru 2 nýggj hugtøk tikin við, autofiktión og paratekstur.

Ábyrgd av at fakliga innihaldið í Hugtøkum í bókmentafrøði er rætt hevur Turið Sigurðardóttir, sum eisini hevur forlagið undir hond. Hon vónar at hetta fer at gera at enn fleiri fólk fáa gleði at uppslagsverkinum.