Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Óføroyskt at gera so

Dan Klein --- 06.04.2017 - 10:00

TEMA UM LØNIR: Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna og samskiftisráðgevi hjá Samtak, heldur ikki nógv um, at arbeiðsgevarar gera serliga góðar fráfaringaravtalur við stjórarnar, um arbeiðsfólkið á gólvinum fær eina aðra viðferð

Sveinur Tróndarson, journalistur

- Tað sum harmar meg er, at eisini vit her á landi velja at gera mun á fólki. Vit geva stjórum góðar fráfaringavtalur, men hugsa ikki um at gera tað sama við tey meinigu arbeiðsfólkini.

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, tá hon verður biðin um at fyrihalda seg til gongdina við høgum stjóralønum og gyltum lógvatøkum, sum hava verið frammi á heimasíðu Starvsmannafelagsins seinastu dagarnar.

Áðrenn hon fór í Løgtingið, var Sonja Jógvansdóttir samskipari hjá Samtak, og sum slíkur hevur hon fest seg við at tað verður gjørdur munur á fólki, alt eftir hvar á lønarstiganum tey eru. Tað er ikki røtt framferð.

- Øll áttu at havt krav uppá somu viðferð, men tíverri mugu vit ásanna, at soleiðis er tað tíverri ikki altíð, sigur hon.

 Sambært Sonju Jógvansdóttir snýr tað seg ikki bara um løn. Tað snýr seg eisini um, hvussu man fer við fólki. Og tíverri hugsa ikki øll um at tey skulu fara væl við starvsfólkunum.

- Ein kanning, sum vit gjørdu fyri FA (Føroya Arbeiðarafelag) vísti, at hóast talið av teimum sum hava strongd kanska ikki er so øgiliga stórt, so vísir tað seg, at tað serliga er hjá tí almenna at tað hendir. Tað er merkisvert og eisini óheppið, at so er, sigur hon.

Tí heldur Sonja Jógvansdóttir, at føroyskir arbeiðsgevarar eiga at hugsa um allan starvsfólkahópin og tann samlaða trivnaðin, heldur enn at pilka nøkur, ella ein, burtur úr og so fara serliga væl við teimum.

- Tað er óføroyskt at gera mun á fólki, og kanska serliga so stóran mun, sum vit síggja, tá ein stjóri kann fara úr fyritøkuni við risaupphædd í lummanum, meðan tey sum eru á gólvinum einki fáa við sær, sigur Sonja Jógvansdóttir.

Tema um Lønir. Hettar er triðja greinin hjá Sveini Tróndarrson, journalisti, í røð um høgar stjóralønir og gylt lógvatøk