Rognkelsi eta eisini tær minstu lýsnar
28. Jun 2017
Tá ein lús setir seg á fiskin, er hon ikki meira enn ein slakan millimetur til støddar. Á fiskinum vaksa lýsnar seg stórar og kunnu gerast upp í ein stívan sentimetur. Tað finnast tvey sløg av lús, sum kunnu liva á alilaksi, og hesar eru laksalús og seiðalús. Seinna slagið kann eisini liva á rognkelsi.