Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Høvdu stóran kekk á 182.000 kr við sær

Vikuskifti 16.-18 juni skipaði Alzheimerfelagið fyri fundi á Hotel Hafnia fyri norðurlendsku demens- og alzheimerfeløgunum.

Tíðindaskriv frá Alzheimerfelagnum

Norðurlendska samstarvið er grundað á Kalmarskjalið frá 2002. Endamálið er at økja um forstáilsi fyri demenssjúkum og tryggja góðar umstøður fyri sjúklingar og teirra avvarðandi. Við grundarlagi í royndum og upplýsandi orðaskiftum, verður felags vitan brúkt í egnum landi mótvegis kommunalum og almennum myndugleikum, til tess at geva teimum við demens og teirra avvarðandi best møguligar lívstreytir.

Feløg úr øllum Norðurlondum eru við í samstarvinum og hesuferð luttøku 17 fólk, sum vóru frá Alzheimer Samtøkin úr Íslandi, Nasjonalforeningen for Folkehelse í Noregi, Muistiliitto úr Finlandi, Alzheimerforeningen úr Danmark og Alzheimer Sverige.

Á fundinum vóru framløgur frá luttakandi feløgum. Malan Mohr, forkvinna og Marjun Restorff, nevndarlimur í Alzheimerfelagnum greiddu frá um arbeiðið og støðuna innan demensøkið í Føroyum. Tosað var um arbeiði hjá feløgunum, hvussu feløgini vóru skipað og hvussu tey einstøku feløgini fáa fígging til rakstur av teirra virksemi. Jonhard Larsen fortaldi sína søgu sum avvarðandi og sum sjálvboðin, har hann tvey ár á rað saman við Pól Sundskarð hevur runnið úr Klaksvík til Havnar og árið eftir heimaaftur úr Havn til Klaksvíkar. Hetta hevur samanlagt givið Alzheimerfelagnum 325.000 kr. 

Fríggjakvøldið høvdu teir báðir ein stóran kekk á 182.000 kr við sær, sum teir handaðu Maluni Mohr, forkvinnu, Hetta var upphæddin sum kom inn í samband við renningina 20. mai, tá teir runnu alla leiðina úr Havn til Klaksvíkar fyri at stuðla Alzheimerfelagnum og fekk tiltakið sera góða undirtøku frá fólki, sum stuðlaðu sera væl og vit ynskja at siga so hjartaliga takk fyri stuðulin!

Maria Skaalum Petersen, granskari, greiddi frá sínari gransking innan demens í Føroyum og um kanningina, sum hon saman við Annu Rubeksen, sjúkrasystir, ger fyri Alzheimerfelagið, har títtleikin av demens innan eldraøkið í Føroyum verður kannað.

Altjóða samstarv og serliga norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning fyri eitt lítið felag sum Alzheimerfelagið. Felagið fær nýggja vitan um hvat hendir á økinum, samband við fólk frá øðrum feløgum, góð hugskot og íblástur og árræði at virka víðari fyri at tey, sum eru rakt av demens og teirra avvarðandi, kunnu fáa eitt gott og virðiligt lív her heima hjá okkum.