Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Landsstýri: Gjald fyri kommunalar tænastur

Svar upp áfyrispurning nr. 82/2016 eftir § 52a í tingskipanini um kunngerðina um frárensluvatn spillvatn: Gjald fyri kommunalar tænastur, er ein møguleiki, stendur í svarinum frá landsstýrismanninum. 

Spurningurin var soljóðandi:
1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at t.d. sjálvstøðugar útoyggjakommunur við nøkrum fáum skattaborgarum skulu bera allan kostnaðin av at fáa húsini íbundin eina góðkenda kloakkskipan fyri at lúka almennu treytirnar í kunngerðini um spillvatnsætlan?

2. Er møguleiki fyri, at landið luttekur ella stuðlar fíggjarliga kommunum, ið hava omanfyri nevndu avbjóðingar?

3. Hvørji stig fer almenni landsmyndugleikin at taka fyri at geva kommunum møguleika at krevja íløgupeningin innaftur frá avbygdafólki fyri útreiðslur, ið standast av verkætlanini?

Svar:
Til nr. 1:
Viðv. kostnaði av at fáa húsini íbundin eina góðkenda kloakkskipan, er í §14 í kunngerðini um umhvørvisreglur ásett, at grundeigari hevur skyldu til at bera so í bandi, at spillivatn ikki setur inn á annanmans grund. Um so er, skal hann fyri egna rokning bøta um amparnar, og kann kommunan áseta nærri reglur um hetta.

Hetta merkir, at grundeigari, óansæð um viðkomandi býr í kommununi ella ei, sjálvur skal gjalda fyri at binda í eina kommunala leiðing. Hetta er ikki ábyrgdin hjá kommununi. Kommunan hevur tó ábyrgdina av, at borgarin hevur eina lógliga spillivatnsleiðing at binda í og ber kostnaðin av hesum. Tað er ikki heimild fyri at senda rokning til bara ávísar útvaldar grundeigarar.

Í 1988 var umhvørvisverndarlógin sett  í gildi. Í §18 er ásett, at kommunan skal gera eina heildarætlan fyri, hvussu spillivatnið í kommununi skal fáast burtur fyri at verja omanávatnið. Eingin tíðarfreist varð tó ásett fyri, nær kommunurnar skuldu fáa spillivatnsskipanir lidnar. Heilsufrøðiliga Starvsstovan, seinni Umhvørvisstovan, hevur fleiri ferðir gjørt vart við týdningin av, at kommunur byrjaðu eitt miðvíst arbeiði at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag.

Í 1996 gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan m.a. rættningslinjur fyri spillivatnsætlanir v.m., ið vórðu sendar øllum kommunum. Í rætningslinjunum varð víst á, at kommunur skuldu leggja eina langtíðarætlan fyri, hvussu arbeiðið skuldi fremjast við at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag. 

Eisini hevði Heilsufrøðiliga Starvsstovan, seinni Umhvørvisstovan, regluligar fundir við allar kommunur um uppgávuna hjá teimum innan umhvørvisøkið. Á hesum fundum var m.a. nevnt, at ein spillivatnskunngerð var ávegis, og varð 2010 nevnt sum árið, tá kommunala spillivatnsarbeiðið skuldi verða liðugt. 

Í 2009 kom spillivatnskunngerðin í gildi og  álegði hon øllum kommunum at verða lidnar innan 2015. Hetta merkir, at kommunurnar hava havt næstan 30 ár til at fáa hesir viðurskiftir í rættlag og ikki bara síðani 2009, tá spillivatnskunngerðin kom í gildi. 

Tað eru 29 kommunur í Føroyum, harav eru 5 kommunur, sum hava fingið spillivatnsviðurskiftini upp á pláss. Hesar eru Eiðis (2014), Skálavíkar (2014), Fámjins (2015), Hovs (2016) og Sumbiar (2016) kommunur.

Sambært upplýsingum hjá Umhvørvisstovuni verða 4 kommunur afturat lidnar í 2017.
Í 2020, t.v.s. um 3 ár, verður talið komið upp á umleið 18 kommunur, ið eru lidnar. Í 2025  24 kommunur, og tær síðstu 5 væntast at verða lidnar innan ella í 2030.

Ár              Kommunur
2014              Eiðis, Skálavíkar,
2015              Fámjins
2016              Hovs, Sumbiar
2017              Sjóvar, Kunoyar, Hvannasunds, Sunda 
Innan/í 2020 Eystur, Tvøroyrar, Fuglafjarðar, Porkeris, Kvívíkar, Skúvoyar, Hvalbiar, Fugloyar, Viðareiðis
Innan/í 2025 Sands, Vágs, Klaksvíkar, Húsavíkar, Skopunar, Vága
Innan/í 2030 Nes, Runavíkar, Vestmanna, Tórshavnar, Sørvágs

Verður hugt at yvirlitinum, sær út til, at tað eru tær smærru og meðalstóru kommunurnar, sum eru komnar longst á økinum.

Til nr. 2:
Sum nevnt í svarinum til spurning 1, er tað grundeigarin, sum ber kostnaðin fyri íbindingina.
Í §24 í umhvørvisverndarlógini er ásett, at landsstýrismaðurin í serligum førum kann veita stuðul til partvísa rindan av byggiútreiðslum í sambandi við spillivatnreinsiverk. Í §24, stk. 2 er ásett, at landsstýrismaðurin somuleiðis kann veita partvísa rinda av útreiðslum til menning av ætlanum, ið væntandi kunnu fáa avgerandi týdning, sum lið í at basa dálkingini av áum, løkum, vøtnum ella sjóøkjum.

Hetta merkir, at ein áseting finst í umhvørvisverndarlógini, ið heimilar landinum at veita fíggjarligan stuðul til kommunur at fáa spillivatnsviðurskiftini í rætt lag, í øllum førum partvísan stuðul. Í uppruna lógaruppskotinum eru ongar viðmerkingar, sum útgreina hesa áseting, men henda heimild røkkur neyvan til at stuðla, vísandi til avbjóðingarnar, nevndar í spurningi 1, tí stuðulin skal verða grundaður í dálkingaratlitið. Tað finst einki dømi um, at henda heimild er nýtt.

Til nr. 3:
Tað eru fleiri kommunur, sum hava vent sær til mín og gjørt vart við avbjóðingarnar at fíggja krøv, sum koma frá landsmyndugleikunum. Tað er ikki nakað einfalt svar, tí spyrjarin spyr, hvussu kommunur kunnu fáa heimild til at krevja gjald frá avbygdarfólki, fyri at fíggja kommunalar útreiðslur. Tað er í dag ikki heimild fyri bara at krevja gjald frá nøkrum ávísum borgarum fyri tænastur, sum verða veittar øllum. Talan er um sjálvt inntøkugrundarlagið hjá kommunum, sum í størsta mun í dag er inntøkuskattur og minsta mun brúkaragjøld. Tað eru í summum førum heimildir fyri at áseta brúkaragjøld. Gjald fyri kommunalar tænastur kann taka støði í, at virksemið skal hvíla í sær sjálvum, men tá er ikki heimild fyri bara at krevja gjald frá avbygdarfólki. 

Eg fari at taka spurningin upp við avvarðandi myndugleikar.

Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. juni 2017

Sirið Stenberg
landsstýriskvinna