Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Málráðið valt av nýggjum

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur nú valt nýtt Málráð.
Í nýggja Málráðnum, sum skal virka næstu fýra árini verða hesir limir:

Sólvá Jónsdóttir, forkvinna, ráðgevi og málfrøðingur, eftir tilmæli frá Námi
Eivind Weihe, næstformaður, lektari emeritus, eftir tilmæli frá Staðarnavnanevndini.

Sjúrður Gullbein, cand.phil í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya. 

Elin Henriksen, lærari, eftir tilmæli frá Móðurmálslærarafelag Føroya
Marna Jacobsen, ritstjóri, eftir tilmæli frá Føroya Lærarafelag og Javnstøðunevndini. 
Bergljót av Skarði, cand.mag. í føroyskum og enskum, eftir tilmæli frá Rithøvundafelag Føroya. 

Anfinnur Johansen, lektari í málfrøði, eftir tilmæli frá Navnanevndini. 

Hanna Simonsen, fulltrúi, eftir tilmæli frá Kommunusamskipan Føroya.  

Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, eftir tilmæli frá Málfelagnum. 
Jógvan D. Hansen, cand.phil. í heimspeki, eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni.
Sólfinn Hansen, cand.mag. í norðurlendskum máli og bókmentum, eftir tilmæli frá landsstýriskvinnuni.

Málráðið, sum verður valt sbrt. løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð, hevur ellivu limir. Ráðið skipar seg við eini starvsnevnd við fimm limum. Við hesi skipan er ætlanin at tryggja eitt breitt ráð, ið umboðar ymiskar fatanir.

Limirnir í Málráðnum verða valdir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum, og harumframt velur landsstýrismaðurin tveir limir. Millum allar limirnar velur landsstýrismaðurin formann og næstformann.

Málráðið hevur sum endamál at røkja, menna og verja føroyska málið, at vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum, og at áseta føroyska stavseting.

Málráðið gevur landsstovnum og almenninginum vegleiðing, ráð og upplýsing um føroyskt í talu og skrift. Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðunum hjá Málráðnum.

Eisini kunnu stovnar og einstaklingar venda sær til Málráðið við spurningum.
Nýggja Málráðið tekur við 1. juli.