Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sáttmálar um Landssjúkrahúsið undirskrivaðir

Dan Klein --- 24.06.2017 - 08:38

Hósdagin undirskrivaði Landsverk arbeiðstakarasáttmálar fyri slakar 200 milliónir krónur í sambandi við útbygging av Landssjúkrahúsinum.
 
Stóra útbyggingin av Landssjúkrahúsinum er nú av álvara farin í gongd. Í gjár undirskrivað Landsverk sáttmálar við tríggjar føroyskar arbeiðstakarar. Tað verður Demich, sum fer at gera HVS-arbeiðið, EL.FO fer at standa fyri elarbeiðinum, meðan Húsavarðatænastan fer at standa fyri innandura arbeiðstøkuni.

Frammanundan er sáttmáli gjørdur við Grettir um spreinging og planering, meðan MT-Højgaard Føroyar skal gera sjálvt ráhúsið og inniloka bygninin.

Heildarráðgevarar er Faerport II, sum er eitt samtak millum SNA, Árni Winther Arkitektar, SMJ og LBF.

Ætlaða byggingin er partur av eini langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum. H-bygningurin fer at fevna um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður tøknirúm til seingjavaskisentralin, høvuðsgoymsla, parkeringsøki, hitapumpur og rúm til burturkast.

Samlaða gólvvíddin, sum verður umleið 15.000 fermetar og fer at kosta umleið 500 miljónir krónur, verður tikin í nýtslu á vári 2021.

Um nakar ynskir at vita meira um verkætlanina, ber til at seta seg í samband við kunningareindina á Landsverki, tlf. 290 804 / 290 805.