Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sáttmáli undirskrivaður um trygdarskipan í Sumbiartunlinum

Dan Klein --- 22.06.2017 - 07:10

Týsdagin skrivaðu Landsverk og El-Service undir sínamillum sáttmála til veiting av nýggjari el-og trygdarskipan í Sumbiartunlinum.

Avtalan millum Landsverk og P/F El-Service á Skála fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í Sumbiartunlinum, sum fer at vera á sama støði sum í Viðareiðistunlinum. Tað vil siga við ljósi, neyðljósi, trygdarskápum við telefonum og eldsløkkjarum, CO- og NO-mátarar (til mátingar av vandamiklum gassum úr akførum), vakmyndatólum, stoppljósum og bummum. Harumframt verður sett upp ein sonevnd SRO-skipan, ið er ein trygdarskipan, sum tryggjar beinleiðis samband við Landsverk og Alarmsentralin hjá politinum umvegis alarm og sjálvvirkandi steinging av tunlinum.

Trygdaarbeiðið í Sumbiartunlinum verður gjørt í byggistigum yvir nøkur ár, og tíðarætlanin er treytað av, í hvønn mun játtan verður á fíggjarlógini til uppgávuna. Til arbeiðið verða í ár nýttar 1,0 miljón krónur, ið fara til at gera teknikkhús og fáa lagt inn streym í tunlinum til fartelefonskipanina, sum Føroya Tele fer at seta upp í ár.

Sumbiartunnilin, sum varð tikin í nýtslu 1997, er við sínum 3.240 metrum longsti landtunnil í Føroyum.