Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nærum helmingurin av kvinnunum arbeiðir niðursetta tíð

TEMA UM PARTTÍÐAR SETT: Av teimum sløku 1.000 starvsfólkunum, sum eru limir hjá Starvsmannafelagnum og sum arbeiða hjá landinum, arbeiða 307 niðursetta tíð. Av teimum parttíðarsettu eru 90 prosent kvinnur
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
Níggju av tíggju, sum arbeiða niðursetta tíð, eru kvinnur.
 
Ella soleiðis er tað í øllum førum statt, tá talan er um limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum eru í starvi hjá tí almenna.
 
Starvsmannafelagið hevur útgreinað lønarhagtølini fyri limir felagsins, sum arbeiða á stovnum udnir landinum, millum annað eftir starvsbrøki, og henda sundurgreining vísir eina sera áhugaverda samanseting.
 
Triðji hvør parttíðar settur
Hon vísir nevniliga, at av teimum 974 limunum hjá Starvsmannafelagnum, sum starvast hjá landinum, arbeiða 307 niðursetta tíð. Tað svarar til 31,5 prosent.
 
Runt roknað er tað sostatt triðji hvør limur, sum arbeiðir niðursetta tíð.
 
Samlað svara tey 974 starvsfólkini til gott og væl 882 heiltíðarstørv.
 
Kvinnurnar arbeiða niðursetta tíð
Tað mest áhugaverda í greiningini hjá Starvsmannafelagnum er, at kvinnurnar eiga nógv tann størsta partin av niðursettu arbeiðstíðini.
 
Sum nevnt vísir uppgerðin, at 307 limir hjá Starvsmannafelagnum á landsins stovnum arbeiða niðursetta tíð, av teimum eru 274 kvinnur.
 
Tað svarar til, at næstan 90 prosent av samlaða talinum av teimum, sum arbeiða niðursetta tíð eru kvinnur.
 
Gamaní vísir kynsbýtið, at umleið tveir triðingar av teimum 974 eru kvinnur. Sambært yvirlitinum hjá Starvsmannafelagnum eru 639 kvinnur, og tí er sannlíkindi fyri, at fleiri sum arbeiða niðursetta tíð, eru kvinnur.
 
Men býtið fer tó nógv longri enn tað. Sambært yvirlitinum arbeiða 274 kvinnur niðursetta tíð – og sostatt bara 33 menn.

Helmingurin eru kvinnur
Hyggja vit eitt sindur nærri at tølunum síggja vit, at næstan 43 prosent av kvinnuligu limunum hjá Starvsmannafelagnum á landsins stovnum, arbeiða niðursetta tíð.
 
Íalt eru sum sagt 639 av teimum 974 limunum kvinnur, og tá 274 av teimum arbeiða niðursetta tíð svarar tað – ógvuliga runt roknað – til umleið helmingin.
 
Tað sigur seg sjálvt, at tá kvinnurnar standa fyri so stórum parti, er nærum einki “eftir” til menninar, og tað siga tølini sjálvandi eisini.
 
Í reinum tølum arbeiða 33 menn niðursetta tíð, og tað svarar til góð tíggju prosent av teimum 307 starvsfólkunum, sum í alt arbeiða niðursetta tíð. Men tað svarar bara til, at sløk tíggju prosent av mannligu limunum hjá Starvsmannafelagnum á almennum stovnum arbeiða niðursetta tíð.