Álit framum skráseting - krav um mál- og avrikssáttmálar slept
20. Okt 2017
Nú sleppa stovnar undan at gera formligar mál- og avriksáttmálar. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur nú dagført roknskaparkunngerðina hjá stovnum landsins. Staðfestast má, at kravið um mál- og avrikssáttmálar ikki hevur virkað sum ætlað. Umsitingarliga hevur verið talan um eina byrðu heldur enn eitt stýringsamboð.