Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myndin er av bygninginum hjá Sjóvinnustýrinum í Sørvági, har høliviðurskiftini eru ótolandi. (Mynd: Ingolf S. Olsen)

Sjóvinnustýrið hótt við fútanum

ARBEIÐSUMHVØRVI: Síðan Sjóvinnustýrið leigaði seg inn í høli omanfyri flogvøllin í Sørvági, hava arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum verið vánaligar. Bygningurin hóskar illa til arbeiðið hjá Sjóvinnustýrinum, og nógvir manglar eru. Nú hóttir Arbeiðseftirlitið við fútanum, um SJóvinnustýrið ikki fær viðurskiftini í rættlag
 
Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS
 
Vánalig inniluft, ongin útluftingarskipan, ov heit høli um summarið og ov køld høli um veturin, vánalig ljósviðurskiftini og ónøktandi ljóðviðurskifti.
 
Hetta eru umstøðurnar, sum starvsfólkini hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum arbeiða undir.
 
Tað gongur bara ikki meira, stendur tað til Arbeiðseftirlitið. Sjóvinnustýrið hevur nú tvær vikur at fáa viðurskiftini í rættlag, annars fer Arbeiðseftirlitið til fútan við málinum.
 
Keðiligt mál
Stjórin á Arbeiðseftirlitinum, Leivur Persson, sigur, at talan í veruleikanum er um eitt keðiligt mál fyri allar partar, men hetta er samstundis eitt mál, sum má loysast nú.
              
Sjóvinnustýrið helt upprunaliga til í hølum í Miðvági. Tá tey hølini skuldu umvælast, flutti Sjóvinnustýrið í høli í Sørvági. Hetta skuldi bara vera fyribils í nakrar fáar mánaðir, men av ymsum orsøkum er Sjóvinnustýrið ongantíð flutt aftur í upprunaligu hølini.
              
Síðan flutt varð til Sørvágs fyri hálvumøðrum ári síðani, hevur samskifti verið millum Arbeiðseftirlitið og Sjóvinnustýrið um arbeiðsviðurskiftini hjá starvsfólkunum. Arbeiðseftirlitið hevur sett krøv um at fáa viðurskiftini í rættlag, men sambært stjóranum á Arbeiðseftirlitinum er framvegis langt á mál.
              
Tá Sjóvinnustýrið flutti til Sørvágs, kannaði Arbeiðseftirlitið umstøðurnar, og gjørdi nakrar viðmerkingar. Hesar viðmerkingar vóru kortini avmarkaðar, tí roknað varð við, at talan var bara um nakrar fáar mánaðir hetta summarið. Síðan er støðan broytt.
              
- Her gjørdist jú talan um meira enn nakrar fáar mánaðir, og tað er nú eina ferð soleiðis, at Arbeiðsumhvørvislógin setur ávís krøv til arbeiðsumstøður á arbeiðsplássum, og hesi krøv mugu fylgjast. Vit hava havt drúgt samskifti við umboð og leiðsluna í Sjóvinnustýrinum, men tað sær tíverri ikki út til at bera á mál, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum.
 
Ongi hóskandi høli
Í Sjóvinnustýrinum hava tey leitað við lykt eftir øðrum hóskandi hølum í Vágum, men illa hevur borið til.
 
-Veruleikin er tann, at vit finna ongi onnur høli, sum hóska til okkara arbeiði. Í løtuni eru arbeiðsumstøðurnar avgjørt ikki nøktandi, men tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa tey loyst, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

Hann sigur, at ein loysn kundi verið at fingið eina útluftingarskipan í verandi høli, men tað er kostnaðarmikið. Tað hevði eisini havt við sær, at leigan hevði hækkað munandi.
              
Fýra fólk rýmd
Eitt starvsfólk hjá Sjóvinnustýrinum í Vágum (vil vera ónevnt) finst at Arbeiðseftirlitinum.
 
-Fyri tað fyrsta varð Arbeiðseftirlitið biðið at gera viðmerkingar til nýggju hølini í Sørvági, longu áðrenn vit fluttu inn fyri hálvumøðrum ári síðani. Síðan gekk long tíð. Brádliga fingu vit boð um at fáa nøkur viðurskifti í rættlag eftir 30 døgum, og so gingu einir fimm mánaðir, áðrenn vit aftur hoyrdu frá Arbeiðseftirlitinum. Hetta drálið frá teirra síðu hevur verið rættiliga ørkymlandi, heldur starvsfólkið.
 
Hann vísir á, at hesa tíðina eru fýra starvsfólk givin á stovninum - annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis orsakað av arbeiðsumstøðunum. Samstundis undrar tað, at fakfeløg ikki hava víst trupulleikunum hjá starvsfólkunum í Sjóvinnustýrinum í Vágum størri áhuga.
 
- Einasta felag, ið hevur víst hesum áhuga, er Starvsmannafelagið. Teirra áhuga fegnist eg sjálvandi um, sigur starvsfólkið.
 
Tryggja starvsfólkini
Tá starvsfólk í Sjóvinnustýrinum vendu sær til Starvsmannafelagið um viðurskiftini í Sjóvinnustýrinum, fór Starvsmannafelagið inn í málið. Formaðurin í felagnum, Súni Selfoss, fór vestur í Vágar – saman við stjóranum í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv. Har hugdu teir at umstøðunum saman við starvsfólkunum.
 
- Vit vilja gera alt til tess at tryggja, at arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólkunum eru ílagi, og at ásetingarnar í Arbeiðsumhvørvislógini verða fylgdar. Tað er avmarkað, hvat vit kunnu gera í einum slíkum føri, men eg havi roynt at lagt eitt sindur av trýsti á bæði Arbeiðseftirlitið og leiðsluna í Sjóvinnustýrinum at fáa viðurskiftini í rættlag, sigur Súni Selfoss.
 
Politisk avgerð
Tað var á sinni ein politisk avgerð, at Skipaeftirlitið, sum er partur av Sjóvinnustýrinum, skuldi hava heimstað í Vágum. Tí hevur leiðslan í Sjóvinnustýrinum eisini gjørt alt fyri at finna hóskandi høli júst í Vágum. Tað hevur bara ikki eydnast teimum.
 
- Nú kunnu vit fegnast um, at politiski myndugleikin hevur gjørt av, at vit fáa bygt okkara egnu høli í Vágum, men tað fer at taka eini tvey ár, áðrenn tann bygningurin stendur liðugur. Tí noyðast vit at finna eina heilt aðra loysn hesa tíðina, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
 
Til Havnar
Leiðslan í Sjóvinnustýrinum ásannar, at neyðugu hølini til Sjóvinnustýrið hesa tíðina, til nýggju hølini standa klár, ikki eru at finna í Vágum. Tí hava tey vent eygunum móti høvuðsstaðnum.
 
- Boðini frá Arbeiðseftirlitinum eru greið, og tí eru vit noydd at finna eina loysn sum skjótast. Vit fara eisini at finna eina loysn so ella so. Tí kunnu vit rokna við, at vit noyðast at finna onkur brúkilig høli í Havn, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum, Hans Johannes á Brúgv.