Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Fyrispurningur um mold, sum verður koyrd á sjógv á Sundi

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur sett munnligur fyrispurning til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsu- og innlendismálum, viðvíkjandi mold, sum verður koyrd á sjógv á Sundi.

1. Er nakað í tí, at mold verður koyrd á sjógv ?
2. Hevur Umhvørvisstovan fingið klagu hesum viðvíkjandi ?
3. Um ja, hvat er niðurstøðan hjá Umhvørvisstovuni?
4. Er løgtingslóg nr. 77 frá 12. juli 1984 hildin í hesum føri ?

Viðmerkingar:
Nú um dagarnar hoyrist, at nógv mold er koyrd á sjógv inni á Sundi. Talan er um mold og grót frá útgrevstrinum frá undirsjóvartunlinum, sum kemur upp á Hvítanesi. Kaldbaksfólk hava gjørt vart við tann ampa, sum slíkt kann føra við sær. 

Talan er um alt umhvørvið við Kaldbaksfjørð, tá ið so stórar nøgdir av mold verða koyrdar á sjógv. Á fjørðinum er nógv virksemi við aling, hummarar og skeljadjór, sum kunnu fá skaða av so stórum nøgdum, talan er um. Nú Kaldbaksfólk hava meldað hetta átak, eisini til Umhvørvisstovuna, eru so lóg og reglur yvirhildnar í hesum føri? Spurt verður, um landsstýrismaðurin kann vátta, at so er.

Á Løgtingi, 17. oktober 2017

Heðin Mortensen