Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Heilt stutt til Skorheim

At staðfesta at Skorheim møtur illa upp, rýmur langt áðrenn fundur er lokin, tekur undir við fíggjarlógini og ikki vil verða formaður í vinnunevndini er konstatering av veruleikanum og tí ikki gitingar.

Tað tygum hava gjørt og tað tygum ikki hava gjørt eru tvey ymisk ting. Fyrst tað tygum hava gjørt. 

Tók ikki av at gerast formaður í vinnunevndini, sum hevur stóra ávirkan á málið

Stuðlaði einari samgongu á høkjum við at taka undir við fíggjarlógini. Tey høvdu brúk fyri tær og tók tú ikki undir, so bar samgongan ikki boð í bý og fiskivinnunýskipanin datt niður fyri. Harumframt hækkar tilfeingisgjaldið 80 milliónir í mun til seinasta ár og fyritøkur í Klaksvík eiga 30% av hesum og kommunukassin í Klaksvík missur uml. 6 milliónir av hækkingini og uml. 18 milliónir tilsamans.

Síðan tað sum ikki er gjørt. Staðfestast kann í fundarfrágreiðingum at Jógvan Skorheim møtir sjálvdan á fundi. Somuleiðis kann staðfestast, at hann av og á rímur av tingfundi á hálvum degi. Eisini vita vit, at hann ikki tók av at gerast formaður í Vinnunevndini. 

Tað eg konstateraði í grein í gjár var fakta. Eg metti ikki um hvat Jógvan Skorheim hevði gjørt. Eg staðfesti tvey ting hann hevði gjørt og harumframt staðfesti eg at hann kundi gjørt meira.

Og tað, harra borgarstjóri, er ikki at gita.

Um hetta kann verða við til at fáa Borgarstjóran at rætta kalendaran, sum sjálvandi altíð er fullur, og geva pláss fyri tí, sum hevur stórst týdning, so er tað bara gott.

Tað er ongin, heldur ikki borgarstjórin í Klaksvík, sum ynskir at loysa bústaðartørvin, við fráflyting. 

Sum støðan er í løtini, so er tað soleiðis trupulleikin verður loystur.

Eivind Jacobsen
Strendur