Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Niðurstøðurnar frá hoyringini í barnarættindum almannakunngjørdar

Føroyar vóru til hoyring í ST 15. september í sambandi við sáttmálan um barnarættindi, sum hevur verið í gildið fyri Føroyar síðani 1993.

Serfrøðinganevndin, sum stendur fyri eftirlitinum av sáttmálanum hevur nú gjørt sínar niðurstøður.

Serfrøðinganevndin fegnast um, at Føroyar síðani seinastu hoyring hava tikið undir við sáttmálaískoytinum um at basa barnasølu, barnaprostitión og barnapornografi, og at Føroyar hava sett í verk eina heildarætlan at basa harðskapi í nærsambondum.

Nevndin vísir eisini á viðurskifti, har tey meta, at Føroyar eiga at fremja átøk. Eitt nú mælir nevndin til at seta í verk miðvís átøk at basa barnafátækradømi, serliga við atliti at børnum hjá støkum uppihaldarum, umframt at styrkja hagtalsgrundarlagið. 

Tilmælini eru send til viðkomandi myndugleikar til støðutakan.

Til ber at lesa niðurstøðurnar í síni heild her: http://tbinternet.ohchr.org/Treaties/CRC/Shared%20Documents/DNK/CRC_C_DNK_CO_5_29113_E.pdf, og ein samandrátt á føroyskum her: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/10178/niðurstøðurnar-frá-hoyringini-í-barnarættindum-í-september-2017.pdf