Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ZAREPTA 50 ÁR - nógvar broytingar og tó einki broytt

Tað eru fimti ár síðani Zarepta varð tikið í brúk, og hetta varð markerað á tann hátt, at tað var opið hús allan seinnapartin leygardagin 14. oktober frá kl.13:00 til kl.18:00 Væl meira enn 500 fólk høvdu leitað sær í Zarepta henda merkisdagin.

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Fyrireikararnir høvdu gjørt nógv burturúr á øllum økjum, soleiðis at gestirnir skuldu kenna seg vælkomnar. Eitt stórt sjálvtøkuborð við smábitum og alskins viðskerum, og fleiri stórar føðingardagslagkøkur við marcipanmynd av Zarepta omaná varð sett upp í matarhøllini, har gestirnir kundu koma og fara. 

Fólk heilsaðu upp á hvønn annan og ynsktu hvørjum øðrum til lukku við verkinum; hetta tí, at grundhugsanin hjá brøðrasamkomuni altið hevur verið, at arbeiðið er ikki einmans, men felagssamkomuligt, sum øll í øllum samkomunum kenna ognarábyrgd av. 

Fyrireikararnir høvdu gjørt eina skrá, sum varð framførd í salinum tvær ferðir ein góðan tíma hvørja ferð. Fyrireikararnir siga, at teir valdu hendan leistin til tess at so nógv fólk sum møguligt kundu vera við. Á skránni vóru røður, felagsangur, solosangur og Dupultkvartettin í Ebenezer. Eitt 50 ára jubileumssanghefti var gjørt, har kendir Zareptasangir vóru tiknir við. Tað var John Færø, sum leiddi felagssangin.

Tey, sum høvdu orðið, vóru fólk, sum hava havt tætt tilknýti til verkið í mong ár. Hesi vóru John í Skemmuni, Elsa Djurhuus og Símun Pætur á Torkilsheyggi. Ein av fyrireikarunum tók soleiðis til, at “húsið er broytt hesi 50 árini, men boðskapurin er ikki broyttur.” Tað varð sterkt undirstrikað á 50 ára degnum, at endamálið við summarlegunum í Zarepta hevur altið verið og framvegis vil vera, at kunngera evangeliið til tess at vinna børn og ung fyri Harran. 

Ein dokumetarfilmur varð framleiddur til dagin, sum vardi í 30 minuttir. Filmurin  varð vístur í báðum stovunum hvønn hálvan tíma, soleiðis, at gestirnir kundu sjálvir velja nær og hvar teir ynsktu at hyggja. 

Eisini var ein framsýning sett upp, sum vísti tíðina frá byrjanini í 1967 og nøkur ár fram. Framsýningin gav íblástur til nógv góð minnir og samtalur. 

Tað var Trúboðarin Brynleif Hansen, sum tók stig til at byggja Zarepta. Bert trý ár seinni, 26. september í 1970, fórst hann í flogvanlukkuni í Mykinesi. Flogfarið kom úr Íslandi, har Brynleif hevði vitjað í tvær vikur og talað evangeliið og býtt út tratktatir.