![](/myndir/myndin-15340_r_705_0.jpg)
Spreingja stóran stein í Dalslíð burtur
FERÐSLUTRYGD: Landsverk fyrireikar í løtuni at spreingja ein stóran stein burtur í brattlendinum oman fyri vegin ígjøgnum Dalslíð. Orsøkin er vandin fyri, at steinurin loysnar og ríður oman á vegin. Spreingiarbeiðið fer fram mikudagin 18. oktober, og neyðugt verður tí at steingja vegin frá klokkan 09.30, og so leingi arbeiðið varar. Væntandi til út á seinnapartin sama dag.
Vegagerðir í einum fjallalandi sum okkara bera sjálvandi í sær størri avbjóðingar, enn tá vegir verða gjørdir í lág- og slættlendi. Eitt nú er vandin í brattlendi tann, at grót og annað tilfar kann loysna og ríða oman á vegin.
Landsverk arbeiðir áhaldandi við at tryggja lendið fram við útsettum landsvegateinum, har vandin fyri omanlopi er størstur. Til dømis eru í sambandi við vegagerðir seinnu árini gjørdar breiðar veitir fram við vegateinum í brattlendi, ið taka ímóti møguligum leysum gróti úr lendinum omanfyri.
Eisini eru aðrar loysnir royndar. Á vegnum oman móti Tjørnuvík er sett upp trygdarhegn, tí lendið har er háttað soleiðis, at til ber at seta upp hegn. Trygdarhegnið byrgir upp fyri vandanum við smærri grót- og skriðulopum ella einstøkum steinum, ið kunnu ríva seg leysar og fara á rull.
Í Dalslíð fram við vegnum móti Dali á Sandoynni eru fólk vorðin varug við ein stóran stein, sum í ávísan mun er loysnaður úr lendinum og møguliga stendur til at loypa niður á vegin. Fyri at binda um heilan fingur hevur Landsverk gjørt av at spreingja steinin burtur.
Til tess at tryggja og verja sjálvan vegin, áðrenn sprongt verður, leggur Landsverk stálplátur út á vegin fram við spreingistaðnum á umleið 25 metrar. Í hesum sambandi verður vegurin í Dalslíð stongdur fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu mikudagin 18. oktober frá klokkan 09.30, meðan arbeiðið fer fram, og so leingi tað tekur at rudda upp eftir spreinginina.
Væntandi til nakað út á seinnapartin.
Um uppruddingararbeiðið tekur longri tíð enn væntað, fara akfør at standa báðumegin arbeiðsøkið, sum ger tað møguligt hjá bygdarfólki at koma til og úr Dali.