Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Lions Liljan stuðlar sjónveikum

30. Apr 2015

Á lítlari samkomu í gjár handaði Lions Liljan, ið er kvinnubólkur hjá Lions, tvær peningagávur. Vegna Forlagið Ljóðbøkur tók Margretha Næs ímóti einum kekki á kr. 15.000, og Maria Svabo Hansen frá Sjóndeplinum og Tróndur Ravnsfjall frá ÍSB fingu handa ein kekk á kr. 5.000. Peningurin skal nýtast til ávikavist at geva út eina føroyska ljóðbók, og til felagstiltøk hjá Sjóndeplinum og ÍSB. Peningurin er stuðul, ið er innkomin frá tiltøkum, millum annað frá afturvendandi myndaframsýningin fyrst í desember.

les meir

Eiga at verja tey óføddu børnini móti fosturtøku

30. Apr 2015

Reimund Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett skrivligan fyrispunring eftir grein 52a til landsstýrismannin í Heilsumálum, Karsten Hansen

les meir

Transatlantiska konsertin verður í kvøld

30. Apr 2015

Fyrireikingarnar til stóru Transatlantisku konsertina í kvøld eru við at koma á mál. Í gjár vandi íslendski Gulli Briem saman við sínum bólki Earth Affair og føroysku gestatónleikarunum, so alt tað síðsta kom upp á pláss.

les meir

Bridgelandsliðið við í kapping í Berlin

30. Apr 2015

Føroyska bridgelandsliðið skal í vikuskiftinum verða við í stórari bridgekapping í Berlin. Hetta er kapping millum lið úr fleiri evropeiskum londum.

les meir

Leigunevndin ynskir fleiri heimildir

30. Apr 2015

Leigunevndin skrivar í ársfrágreiðingini fyri 2014, at tá nevndin sær, at ein íbúð ikki lýkur eitt nú lógarkrøv um brunatrygd, hevur nevndin ikki heimild sjálv at taka eitt slíkt mál upp. Skal nevndin gera nakað, skal beinleiðis vera klagað um júst tað.

les meir

Viðmerking til Jóhan Mortensen: Seinasti maður sløkkir!

30. Apr 2015

Við rullupylsuni hjá Otto Reinert sum einasta syrgiliga undantaki, so er ongin framleiðsla í Havn. Onki maritimt virksemi. Ongin produktiv framleiðsla. Skjótt verður ongin avskipan heldur, tí øll tann produktiva framleiðsluvinnan fer at avskipa lokalt og Tórshavnar havn missir sína inntøku. Ferðavinnan fer í størri mun aðrastaðir og oljuvinna verður als ikki í Havn.

les meir

Tilfeingisgjøldini eru longu brúkt

29. Apr 2015

”Fíggjarliga haldførið” er eitt hugtak, sum vit hava hoyrt nógv um ta seinastu tíðina. Vit fáa at vita frá búskaparfrøðingum, at tað er ikki nóg mikið, at vit klára at venda hallinum hjá landskassanum til avlop, tí vit mugu eisini hyggja longur fram í tíðina. Vit mugu vera klár at møta tíðini, tá ein størri partur av føroyingum verða pensjónistar, og tá fólkatalið møguliga aftur fer at minka, verður sagt.

les meir

Vilja eisini hoyra útvarp í Leirvíkartunlinum

29. Apr 2015

Reimund Langgaard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett fram skrivligan fyrispurning eftir grein 52a - til Landsstýrismannin í Undirstøðukervismálum, Jørgen Niclasen

les meir