Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Viðmerking til Jóhan Mortensen: Seinasti maður sløkkir!

Við rullupylsuni hjá Otto Reinert sum einasta syrgiliga undantaki, so er ongin framleiðsla í Havn. Onki maritimt virksemi. Ongin produktiv framleiðsla. Skjótt verður ongin avskipan heldur, tí øll tann produktiva framleiðsluvinnan fer at avskipa lokalt og Tórshavnar havn missir sína inntøku. Ferðavinnan fer í størri mun aðrastaðir og oljuvinna verður als ikki í Havn. 

Her verður stutt sagt øskukalt. Seinasti maður sløkkir. Havnin er steindeyð og fer um gjørligt at doyggja enn meira. 

Hetta er í stuttum niðurstøðan í lesarabrævi hjá Jóhan Mortensen, sum í minsta lagi tvær ferðir hevur stillað upp til Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi. Hetta er sama Tjóðveldi, sum í býráðnum innanifrá roynir at leggja allar hugsandi fótonglar fyri havnaútbygging í høvuðsstaðnum.

Meðan Havnin sambært Jóhan fer í hundarnar, so leikar løgmaður í í hinum borðinum um allan hunangin í Havn, sum skal útjavnast til tey øki, har løgmaður og hansara samgonga politiskt longu frammanundan púra miðvíst og tilvitað hava savnað alla fiskivinnu og harvið alla inntøku frá okkara felags tilfeingi, sum ógvuliga ósamsvarandi verður kallað "fólksins ogn".

Her hongur ikki saman!

Vit vita væl, at komandi ár fer allur laksurin um keikantin í Runavík. Tað tørvar Jóhan ikki at siga okkum. Vit vita og vit taka undir við, at Runavíkar havn verður oljuhavn. Vit vita, at allar havnirnar verða útbygdar, har sum politiska valdið hevur valt at útjavna fólksins ogn. Vit vita, at inntøkugrundarlagið hjá Tórshavnar havn frá okkara fiskavøruútflutningi er minkandi, um vit ikki byggja út og skapa nýggja vinnu.. 

Vit vita eisini, at um 10-15 ár er meginparturin av almennari umsiting antin digitaliseraður og starvshópurin munandi minkaður ella fluttur í útjaðaran. Vit vita eisini, at triðja hvør króna, vunnin í høvuðsstaðnum, longu verður útjavnað og skattað aðrastaðni. Vit vita eisini, at høvuðsstaðurin skal bera alsamt fleiri uppgávur og útreiðslur landsins vegna, tí landið røkir tær ikki. 

Men heldur Jóhan, sum fleiri ferðir hevur boðið sær til at stjórna høvuðsstaðnum, at vit onnur í Havn bara seta okkum uppafturá fyri tað, um nakrar avbjóðingar liggja fyri framman? Vit síggja tvørturímóti møguleikarnar í avbjóðingunum, bretta upp ermar og taka møguleikarnar. Og fyri at tryggja arbeiðsplássini í høvuðsstaðnum royna vit av øllum alvi at skapa neyðugu karmarnar, tí tað hava vit skyldu til.

Tí vit vita eisini, at ein vaksandi partur av innflutninginum kemur til og um høvuðsstaðin. Um 80% av innflutninginum til Føroya endar í høvuðsstaðnum. Og tað eru í flestu førum somu skip, sum koma við innflutninginum, sum fara avstaðaftur við útflutninginum. Millum annað tí er tað høgligt at brúka Tórshavnar havn til bæði. Innflutningurin fyllir haraftrat dupult so nógv í vavi sum útflutningurin. 

Vit vita eisini, at nógvar sterkar og kjølfestar fyritøkur húsast á økinum hjá Tórshavnar havn, haðani einar 700 familjur í høvuðsstaðnum fáa sítt livibreyð. Hesi liva tey flestu av tænastu- og sjóvinnu. Vit vita eisini, at norðurlendskar og evropiskar havnir ynskja samstarv við Tórshavnar havn um ferðavinnu og umskiping. Vit eru við í hesum sera spennandi samstarvi, og vit ætla okkum at skapa karmarnar og framtíðartryggja hesi arbeiðspláss. 

Ferðamannaskipini økjast í tali hvørt ár. Av tí, at ikki ber til at taka ímóti teimum í Havn, tá bingjuskipini liggja inni, fara nøkur fá teirra aðrastaðni í Føroyum. Men áhugin fyri at koma til Havnar er so stórur, at henda vinna fer at økjast munandi, tá fasilitetirnir verða nøktandi.

Sagt verður, at øll fiskivinnan og "produktiva framleiðsluvinnan" liggur uttanfyri Havnina. Fyrst eigur Jóhan at spyrja seg sjálvan, hví henda vinna politiskt er løgd uttanfyri høvuðsstaðin. Síðan eigur hann at revidera sína fatan av, hvat framleiðsla er. Er t.d. mentan ikki framleiðsla? Eru útbúgving, gransking og innovatión ikki framleiðsla? Eru ferðavinna og handilsskapur ikki framleiðsla? Tað er ikki bara tað, sum hevur stert, sum skapir virðini í samfelagnum! 

Endaliga niðurstøðan er, at útflutningurin ikki framhaldandi fer um Tórshavnar havn, at virksemið fer at minka munandi, og at undirsjóvartunnilin fer at økja virksemið í Eysturoynni og minka týdningin av Tórshavnar havn. Og umskiping og arktiskt samstarv trýr hann onki uppá.

Slíkur hugburður er drepandi fyri allan framburð, og ein slíkan kunnu vit ikki brúka í høvuðsstaðnum, tó at Tjóðveldi roynir av øllum alvi, samstundis sum høvuðsstaðurin blómar, fólkatalið veksur og vinnulívið er bjartskygt. Og eg kann upplýsa Jóhan, at tunnilin um Tangafjørð er soleiðis háttaður, at aftur og fram er líka langt og til ber at koyra báðar vegir.

Hetta álopið tykist eitt sindur fornermisligt og bestilt. Men harmiligt, at hetta skal vera fatanin hjá einum, "sum vil Tórshavn tað besta". Tí so fegnist eg um ikki at hava hitt tey, sum vilja okkum tað versta. Svartskygnið er øgiligt. Helst var tað okkara hepni, at vit ikki fingu ein tílíkan inn um býráðsgátt. 

Heðin Mortensen
borgarstjóri