Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lions Liljan stuðlar sjónveikum

Á lítlari samkomu í gjár handaði Lions Liljan, ið er kvinnubólkur hjá Lions, tvær peningagávur. Vegna Forlagið Ljóðbøkur tók Margretha Næs ímóti einum kekki á kr. 15.000, og Maria Svabo Hansen frá Sjóndeplinum og Tróndur Ravnsfjall frá ÍSB fingu handa ein kekk á kr. 5.000. Peningurin skal nýtast til ávikavist at geva út eina føroyska ljóðbók, og til felagstiltøk hjá Sjóndeplinum og ÍSB. Peningurin er stuðul, ið er innkomin frá tiltøkum, millum annað frá afturvendandi myndaframsýningin fyrst í desember. 

Eftirspurningurin eftir føroyskum ljóðbókum er vaksandi, men trupult hevur verið at fáa nøktandi fígging til nýggjar útgávur. Tí valdi Lions Liljan at stuðla eini ljóðbókaútgávu. Ljóðbøkur hava stóran týdning fyri sjónveik og blind, men eisini fyri lesiveik og orðblind. Hjá gomlum, har sjónin er viknað, kunnu ljóðbøkur somuleiðis vera til stóra gleði og gagn.

Sjóndepilin arbeiðir millum annað við at ráðgeva sjónveikum børnum og ungum, og er ein partur av arbeiðinum kunning í nærumhvørvinum. Saman við ÍSB, ið er ítróttasambandið fyri brekað, skipa tey fyri ørvísi ítróttarátøkum á skúlum og í barnagørðum, har síggjandi og sjónveik fáa høvi at luttakað á jøvnum føti.

Altjóða Lionsfelagsskapurin hevur altíð sett blind og sjónveik í miðdepilin, heilt síðan Helen Keller í 1925 heitti á Lions um at vera riddari teirra blindu. Í okkara lionsøki, sum umfatar Grønland, Føroyar og Danmark hava vit seinastu tvey árini gjørt serliga nógv burturúr at seta tey sjónveiku í fokus.

 ____

Viðheftar eru tvær myndir. Á fyrru myndini handar Anna Dahl-Olsen frá Lions Liljuni Margrethu Næs frá Forlagnum Ljóðbøkur ein kekk, og á tí seinnu eru tað Maria Svabo Hansen og Tróndur Ravnsfjall frá Sjóndeplinum/ÍSB ið fáa handa ein kekk.