Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Transatlantiska konsertin verður í kvøld

Fyrireikingarnar til stóru Transatlantisku konsertina í kvøld eru við at koma á mál. Í gjár vandi íslendski Gulli Briem saman við sínum bólki Earth Affair og føroysku gestatónleikarunum, so alt tað síðsta kom upp á pláss. 

Gulli Briem er kendur úr íslendska superbólkinum Mezzoforte, og er hetta tí uttan iva eitt serligt høvið, hjá fleiri av føroysku gestatónleikarunum at fara á pall við einum av sínum gomlu tónleikahetjum.

Føroysku bólkarnir Sakaris og Hulda eru í toppformi og klár til at pumpa lív í fjøldina í Norðurlandahúsinum, meðan Orka í hesum umfari hevur fingið eitt heldur meira altjóða dám, nú oddamaðurin og tónasmiðurin í Orka Jens L. Thomsen hevur fingið enska trummuleikaran Francine Perry við sær. Hetta er síðsta konsertin í eini røð av konsertum hjá teimum báðum, so tey eru væl samanspæld. 

Egil Barclay Hansen, Føroya fremsti ljósmaður, ið til dagligt starvast á Operaini í Keypmannahavn er eisini flogin til Føroyar til endamálið. Tveir av okkar allar bestu ljóðmonnum, Alexander Gaard og Jónas Bloch Danielsen standa fyri ljóðinum, so her verða allir sansir kýndir.