Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Pluss og minus í politikki fyri Ríkisfelagsskapin

05. Mai 2015

Yvirskipað er Ríkisfelagsskapurin í góðum standi. Vit samstarva og lurta eftir hvørjum øðrum. Men tað mangla ítøkilig initiativ - bæði frá danskari og føroyskari síðu. Initiativ, ið kunnu vera við til at betra og menna felagsskapin. Hetta segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður, í orðaskifti um Ríkisfelagsskapin í Fólkatinginum 5. mai 2015

les meir

Semingsgrunnur upp á 36 milliardir krónur

05. Mai 2015

Sum kunnugt er ríki okkara og Danmarkar ríki gingið undir sambandssáttmálan frá 29. august 1450, sum sigur, at hvørki ríki skal vera yvirmaður hins.
Hetta er nærri greint í bókini: Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum.

les meir

Orðaskifti um Ríkisfelagsskapin í dag

05. Mai 2015

Fólkatingið hevur í dag Ríkisfelagsskapin til viðgerðar í sínum árliga spurnarorðaskifti um felagsskapin.

les meir

Súsanna Køtlum stillar upp til komandi løgtingsval

05. Mai 2015

Framsókn skal boða frá, at 38 ára gamla Súsanna Køtlum verður valevni fyri flokkin, tá løgtingsval verður.

les meir

Tvíburðarnir Árni og Marner: ROYNA SEG Á DANSKA MARKNAÐINUM

05. Mai 2015

Navnframu føroysku tvíburðarnir, Árni og Marner Andreasen, fara í næstum at royna seg á danska tónleikamarknaðinum. Í hesum døgum geva teir fyri fyrstu ferð eina single-fløgu út, ið ber heitið ”Forårsstærens melodi”.

les meir

Skriv um vantandi innlit í einum barnaverndarmáli

04. Mai 2015

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um barnaverndartænastuna í Vágum um m.a. vantandi innlit. Umboðsmaðurin avvísti klaguna, men gav barnaverndartænastuni í Vágum átalu fyri viðgerðina av innlitsumbønini.

les meir

Broytingar í stjórnini á Landssjúkrahúsinum

04. Mai 2015

Fyri at tryggja støðug viðurskifti og styrkja sjúkrahússtjórnina í skiftistíðini hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum í dag sett Nainu Túgvustein sum virkandi sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum til nýggjur stjóri tekur við. Naina Túgvustein hevur verið partur av sjúkrahússtjórnini á Landssjúkrahúsinum seinastu seks árini.

les meir

Fleiri aktørar skapa nýhugsan og bíligari streym til føroyingar

04. Mai 2015

Tíðin hevur leingi verið búgvin til, at politiski myndugleikin tryggjar, at fleiri aktørar sleppa inn á el-veitingarmarknaðin, so nýhugsan kemur í hásæti, og el-prísir lækka

les meir