Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magni Jøkladal, Bogi Simonsem, Arne Mikkelsen, Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Símun Lassamberg og Jacob Røn, landsliðsvenjari.

Bridgelandsliðið við í kapping í Berlin

Føroyska bridgelandsliðið skal í vikuskiftinum verða við í stórari bridgekapping í Berlin. Hetta er kapping millum lið úr fleiri evropeiskum londum.  

Fyri føroyska bridgelandsliðið er hetta ein partur av venjingini til Norðurlandameistarakappingina, sum verður í Havn 22. til 24. mai.

Trý pør eru á landsliðnum, men í hesi kappingini eru tvey pør á hvørjum liði. Símun Lassaberg-Rói á Rógvi Joensen og Arne Mikkelsen-Balle Mohr eru á øðrum liðnum. Bogi Simonsen-Magni Jøkladal spæla á einum øðrum liði saman við Jacob Røn, landsliðsvenjara, og einum øðrum donskum spælara Mads Eyde.

Í alt eru 56 lið við í kappingini, sum eitur German Bridge Trophy.

Myndin: Magni Jøkladal, Bogi Simonsem, Arne Mikkelsen, Balle Mohr, Rói á Rógvi Joensen, Símun Lassamberg og Jacob Røn, landsliðsvenjari.